Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lýsing eftir skipi til rannsóknir av makrelstovninum fyri Havstovuna

Í sambandi við vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera rannsóknirnar í tíðarskeiðinum 22. juni til 20. juli 2022.

Rannsóknirnar verða fíggjaðar við granskingarkvotu. Upp til 2.000 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar. Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota í 2022, ið kann flytast til 2023, sí leinkju niðanfyri. 

Freistin at søkja er mánadagin 30. mai 2022 við telduposti til hav@hav.fo

Les alla lýsingina her.