Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Hanna Vang

Lyon and The Colour Storm

Lyon and The Colour Storm vann tónleikakappingina Sement 2014, og við sama høvið valdi G! Festivalurin, at hesin bólkur skuldi spæla á ársins festivali.

Tónleikurin er surf rokkur, og brýtur tað á tann hátt rættiliga nógv frá tí, sum vit kenna frá Lyon Hansen áður.

Lyon Hansen var mest sum óskrivað blað, tá hann fyri nøkrum árum síðani vann føroysku Singer/Songwriter kappingina, og hevur hann síðani spælt nógvar konsertir, og er í dag ein heilt serlig uppliving á palli, sum ein av allarbestu framførarum í Føroyum, tað verið seg sum einstaklingur ella á odda fyri surfrokk bólkin.

Vágabólkurin Nikolinas Rage hevur tikið navnabroyting til The Colourstorm, og spæla nú saman við Lyon.** Samstarvið var upplagt, tí Lyon Hansen, ið er ættaður við Gøtugjógv, er búsitandi í Sandavági.

Lyon and The Colourstorm eru: Lyon Hansen (sang og gittar), Esmar Palli Fagraberg (gittar), Niels Petur Fagraberg (trummur) og Rógvi Johannesen (bass).

Í samband við Sement 2014, skrivaðu teir nýggjan tónleik, ið vit gleða okkum at hoyra á G!

Mynd: Hanna Vang