
Lyklarnir handaðir til Húsagøtu 3
Í morgun varð lykilin til fyrrverandi bankabygningin í Húsagøtu handaður til Halldis Poulsen, fyrisitingarstjóra hjá løgregluni í Føroyum.
Søluprísurin er 41,5 miljónir og peningurin er goldin. Nú verður tað Bygningsstyrelsen, sum bjóðar arbeiðið út at gera bygningin lidnan.
Finansudvalget í danska fólkatinginum góðkendi 27. oktober 2016 avtaluna millum Tórshavnar kommunu og Bygningsstyrelsen um sølu av ognini í Húsagøtu 3, umframt grannaognina. Danska Bygningsstyrelsen keypir bygningin vegna løgregluna í ríkinum.
Tað er at fegnast um, at málið nú er endaliga avgreitt, tí løgreglan er eitt stórt og týdningarmikið arbeiðspláss í kommununi, og nú tilgongdin at selja bygningin er endað, kann arbeiðið at rigga bygningin til nýggja løgreglustøð byrja.
Tað var á heysti 2014, at løgreglan í Føroyum vendi sær til kommununa, tí løgregluni tørvaði nýggj høli. Løgreglan var áhugað í bygninginum við Húsagøtu, tí bygningurin liggur væl fyri til teirra virksemi.
Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna gjørdu eina treytaða keypsavtalu í januar 2016, sum danska fíggjarnevndin skuldi góðkenna endaliga. Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin frá BankNordik 31. mars 2016, og kostnaðurin fyri bygningin tá var 40 milliónir krónur.
Heðin Mortensen
borgarstjóri