Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast: Dávur Winther, mentanarleiðari, Mogens Lykketoft, fólkatingsformaður, Arna Schram frá Kópavogi, Satu Vuorinen og Leena Salmine frá Tampere og Gerhard Dalen frá Trøndheimi. Við á vinabýafundinum vóru eisini Lennart Carlsson frá Norrkøping og Henrik Poulsen frá Odense

Lykketoft ynskir Klaksvík góða eydnu við vinabýasamstarvinum

Mánadagin 23. januar 2012 hittust samskipararnir hjá býunum Trøndheim, Norrkøping, Tampere, Odense, Kópavogur og Klaksvík, ið umsita vinabýasamskiftið, á árligum fundi í Keypmannahavn. Her verða framtíðarætlanir lagdar, og eisini verður lagt upp til eina dagføring av verandi samstarvsavtalu, sum er frá 1995.

Fundurin er av praktiskum grundum lagdur í Keypmannahavn í hølunum hjá Norðurlandaráðnum.

Í miðdagssteðginum kom bólkurin at sita við eitt borð beint yvir av Mogens Lykketoft, fólkatingsformanni. Tá ið myndatólið fór at “mala”, og Lykketoft av góðum grundum ikki visti, hvør hesin bólkurin var, varð greitt honum frá, at talan var um Norðurlendskt vinabýasamstarv, sum hevði fund í Keypmannahavn.

Hetta helt hann vera áhugavert og ynskti Klaksvík og hinum býunum góða eydnu við norðurlendska vinarbýarsamstarvinum. Tá ið hann so varð spurdur, um til bar at taka eina mynd av honum saman við samskiparunum, gjørdi hann tað fegin.

Dávur Winther takkaði fyri og bað Lykketoft heilsa samstarvsbrøðrum sínum í Fólkatinginum; Sjúrði Skaale og Edmundi Joensen. Jú, nikkaði hann við einum smíli – Det skal jeg gøre!