Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lygnin tók yvir

Løgmaður fær ikki viðhald í Landsstýrismálanevndini, og skuldsetir andstøðuna á tingi, at undirgrava Landsstýrismálanevndina, sum hevur eittans endamál, at tryggja føroyingum, at løgmaður og landsstýrisfólk ikki bróta stýrisskipanarlógina.

Dan Klein, journalistur, greinar støðuna:

Talan er ikki um at grundgeva fyri tulkingum. Stýrisskipanarlógin gevur ikki pláss fyri tulkingum av hasum slagnum í saman við hjúnarbandslógina.

Tá landsstýrismálanevndin staðfestir, at lógin er ikki fylgd, og at løgmaður tí verður biðin um at rætta sínar feilir, velir tann “dømdi” at leypa á sjálvan stovnin, sum skal tryggja, at hesin, sum løgtingið hevur sett í starv, heldur tað, hann hevur lovað løgtinginum.

Tað er óhoyrt, og svarar til, at “krimilingurin”, sum er avdúkaður fyri brot á revsilógina, fær rættin til at leypa á løgregluna við somu sjónarmiðum. 

Tað kann so ongantíð spæla væl av, uttan mun til hvat vit annars halda um løgregluna.

Vinstrivongurin hevur fyri vana, at peika á øll onnur fyri at koma til maktina. Hana fekk hendan samgongan við einari lygn, sum verður væl og virðiliga viðgjørd aðrastaðir.

Nú verður so lygnin aftur brúkt fyri at halda seg til maktina.

Hetta eru sera óhugnaligir tendensir.

Løgmaður verjir seg við, at løtingið, ikki bara einaferð, men tvær ferðirnar, hevur vegleitt tingið um, at § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er yvirtikin.

Her gloymir myndugleikin (Løgtingið), at hevur stovnurin einaferð vegleitt í einum ivamáli, so kann sami myndugleiki, ikki gera tað aftur. Tá er myndugleikin grovliga inhabilur.

Kortini verður sæð stórt uppá hetta, og latið verður sum onki. 

Øll sýnast at “gloyma”, at landsstýrismálanevndin hevur bara eitt atlit at taka, og tað er um løgmaður heldur seg innanfyri karmarnar av stýrisskipanarlógini.

Tað eru ikki ivamál um, at løgmaður als ikki hevur hildið seg innanfyri karmarnar av stýrisskipanarlógini.

Eisini hendan kvettroyndin sýntist at rigga eftir manualinum. Eftir hendan dag kunnu føroyingar pakka saman. 

Ómetaliga strævið, men eisini ørkimlandi, at tað situr ein á løgmansskrivstovuni, sum var við til at gera stýrisskipanina, og hevur góðtikið, at stýrisskipanarlógin als ikki er galdandi eftirlit við hansara egna arbeiðsgevara.

Hvar er habiliteturin hjá hesum persóni parkeraður?! 

Í gjár kom so ein annar av sama slagi, og segði tað sama. 

Kunnu vit ikki bara krevja hasar hundraðtals krónurnar aftur frá hasum fólkunum, sum ikki hava álit á, ella virða tað lógarverk, tey sjálvi hava smíðað at vera galdandi fyri Landsstýrismálanevndina?!

Lat okkum heldur gjalda vitugum fólki, at greina hvat tað er fyri tvætl hasi fólkini hava broderað, og síðani hava kallað eina Stýrisskipan, um hetta kortini ikki kann brúkast sum kumpas hjá Landsstýrismálanevndini?!

Okkara fólkaræðisliga skipan er rakt av herviligari virus: 

Lygnin hevur tikið yvir.