Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lygiveldið

Dan Klein --- 17.06.2017 - 09:15

Vit kenna øll til gomlu samferðsluna í Føroyum, tá ið Rubbekk, Tom og aðrir fergumenn sigldu bay á bay við mjólk og mjølsekkum. Fyri at gera keðiliga lívið eitt sindur áhugavert legði Rubbekkur eitt sindur afturat sannleikanum, fyri at fólk skuldu trúgva tí hann segði. Fyri at skapa ein aktuellan samanhang. Soleiðis legði hann botnin í køkuna, sum ferðast út kring oyggjarnar við junglutrummunum. Einaferð riggaði so væl, at menn kom til Havnar í grind, heilt úr Tjørnuvík. Tað var ikki Rubbekk sum hevði logið, men søgan, sum fekk sítt egna lív.

Hevur verið í Oyggjatíðindum, og varð eisini lagt út á www.oyggjatidindi.com 24.09. 2014, kl. 11:09.

Ídag hava vit app, Facebook, SMS boð, svipp og vágaportalin. Leivdin frá einaveldistíðindastovnunum eru Kvf, Dimman, hon er fokin, tá ið hon gavst við at bera tíðindi. “Redaktiónin” var blivin so stór, at tað hevði ongan týdning, hvat tey skrivaðu um. “Sannleikin” fekk sítt egna lív og at enda bleiv hann offur á altarinum hjá eirindaleysa logikkinum.

Tivoli og karrusellkendi floymurin av tíðindum frá teimum somu fólkunum, sum hoyra til hesa alvaldandi skipan, troyttar tann vanliga borgaran, sum er tvingaður til at hava bæði beinini á jørðini.

Tá ið almennir miðlar ikki skilja sína uppgávu sum boðberar, men heldur vilja hava tankamonopol og einkarsølu við “sannleikum”, so er ikki longur talan um tíðindatænastu, men heldur eina sjúka skipan, sum má fáa ein enda. Antin so ella so.

Páll Poulsen