Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lyftir omaná lyftir omaná lyftir omaná lyftir…

Samgongan hevur fleiri góð lyfti í samgonguskjalinum, men tey tykist bara verða heit luft og hvørvisjónir.

Úr samgonguskjalinum um dagstovnar og fólkaskúla ber til at lesa, at:

Miðvís og skipað førleikamenning og eftirútbúgving av leiðslum, lærarum og námsfrøðingum verða settar í verk, og einstøku stovnarnir fáa størri sjálvræði.

Samgongan tekur trupulleikar við trivnaði og happing á dagstovnum, í fólkaskúla og á miðnámi í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki.

Samgongan vil menna dagstovnaøkið og geva tí uppiborna rúmd og tign við tí endamáli, at meira tíð verður til námsfrøðiligt virksemi, at skapa trivnað og málsliga menning. Námsfrøðilig gransking verður styrkt, og eftirmetingar í skúlaverkinum verða endurskoðaðar. Dagstovnaráðið skal fáast at virka.”

Hvat er hent - nú tvey ár eru liðin?

Jú, lærarar hava fingið møguleika at eftirútbúgva seg í leiðslu. Námsfrøðingar fingu IKKI tann møguleikan. Mentamálaráðið vil ístaðin, sum heild, bara sleppa undan ábyrgd av námsfrøðini við at kasta hana yvir á kommunurnar.

Tá talan er um “trivnaðin og happing á dagstovnum” er heldur einki gjørt, og ikki hava vit hoyrt um nakað “tiltak”, nú samgongan segði seg taka hetta í størsta álvara.

Samgongan vildi menna dagstovnaøkið. Geva tí ”uppiborna rúmd og tign”. Satt er: eitt stevnumið - vegleiðandi skjal undir dagstovnalógini - er sett í gildi.

Áherðsla er tó lagd á, at talan bert er um eitt vegleiðandi skjal í mun til dagstovnalógina. Hetta, hóast endamálið við skjalinum er, at tað skal virka sum leiðreglur fyri dagstovnavirksemi.

Hvønn týdning hevur eitt vegleiðandi skjal so? Ongan. Serliga um ongin upplæring fylgir við skjalinum.

Hvat viðvíkir: “meira tíð verður til námsfrøðiligt virksemi”, so duga vit ikki á nakran hátt síggja, at Mentamálaráðið hevur gjørt nakað við tað. Einki minstamark er ásett fyri tímajáttan til børn, og kommunurnar gera akkurát sum teimum lystir.

Millum lítið og onki gjøgnumskygni er á økinum.

At “skapa trivnað og málsliga menning.” er í sjálvum sær ein løgin orðing, tá hvørki tíð ella orka er sett av til at styrkja dagstovnaøkið. Fremsta amboð, at skapa málsliga menning og trivna við, er tíðin hjá teimum vaksnu á dagstovnunum saman við børnunum. At tey hava stundir at tosa og verða um tey einstøku børnini.

At styrkja gransking á námsfrøðiliga økinum. Hvat er sett av har?

Dagstovnaráðið er heldur ikki vorðin ein veruleiki.

Er alt bara politiskt spinn, fyri at tekkjast øllum samfelagsbólkum, uttan hald í veruleika?
Eg kann bara endurtaka meg sjálvan - tvey ár eru liðin og einki er hent?

Vit hava í fleiri førum roynt at fingið orð á landsstýriskvinnuna í mentamálum, Rigmor Dam, um hesi evni, men tað er stilt sum í grøvini. Onki aftursvar.

Tað sær ikki mætari út enn, at samgongan einans rekur symbol-politikk á dagstovnaøkinum.
Munnu veljararnir vera nøgdir við hetta?

Samgonguskjalið: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/6803/fylgiskjal-mal-at-fremja-kvf.pdf