Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lyftini um nýggjan Vesturskúla eru tóm lyftir

Fyri at Tórshavnar kommuna kann vaksa og mennast er neyðugt, at vit raðfesta okkara íløgukrónur. Tað er tí eg haldi, at Vesturskúlin kann bíða eftir, at eftirspurningur er eftir skúlanum. Hyggja vit at íbúgvaratalinum í Føroyum og eisini í Tórshavn, so kemur eftirspurningurin eftir Vesturskúlanum ikki enn.

Hvat merkir tað so, um vit útseta Vesturskúlan?

Tað kemur at merkja, at vit kunnu nøkta aðrar tørvir í býnum. Vit kunnu skapa karmar til røktarpláss, ið stórur eftirspurningur er eftir. Vit kunnu gera íløgur í tey øki í býnum, har stórur tørvur er á betring. Vit kunnu eisini bjóða víðkaðar upplatingartíðir á ansingarstovnum, so foreldur kunnu avlevera børnini fyrr um morgunin og heinta tey seinni um kvøldið. Ein útsetan av einari so stórari íløgu, sum Vesturskúlin er, leysgevur eina rúgvu av pengum. Hesin peningur kann nýtast til eitt nú at byggja røktarpláss á ellisheimum. Tað kann nýtast til, at veita tilboð til eitt nú orðblind og annars gera íløgur í fleiri økir, ið menna býin og skapa trivnað.

Vit mugu ikki gloyma, at okkara týðningarmesta tilfeingi eru børnini, men tað er samstundis ein sannroynd, at teir næmingar, ið skulu húsast í Vesturskúlanum, í dag hava karmar har tey hava sína dagligu gongd. Her kunnu tey halda áfram at hava sína dagliga gongd, meðan nýggja býráðið raðfestir tær akuttu íløgurnar. Talan er ikki um heilt at strika Vesturskúlan, men at útseta hesa risa verkætlanina, til brúk verður fyri henni.

Vit mugu hava í huga, at vit ikki gera umstøðurnar hjá næmingunum verri, vit gera tær bara ikki betri fyrr enn peningur og eftirspurningur er til tess.

Høgni Mikkelsen

Valevni Sambandsfloksins til

Tórshavnar Býráð