Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lyfti um skattalætta á pallborðsfundi

SKATTAPOLITIKKUR: Umboðini fyri flokkarnar, sum vóru á pallborðsfundinum, sum Starvsmannafelagið skipaði fyri eftir aðalfundin leygardagin, vistu, at tey vóru í fakfelagslandi. Tí var ikki eiðasørt við lyftum um skattalætta til lág- og miðalinntøkurnar

Orð&myndir: Øssur Winthereig – Press

Lyftini um skattalætta til limir starvsmannafelagsins trutu ikki, tá felagið hevði boðið øllum floksformonnunum til pallborðsfund eftir aðalfundin leygardagin 7. mars.
Men semja var ikki um, hvussu ein skattalætti skuldi veitast, og nær ella hvussu hann skal skipast.

Í samgonguni sást ikki nøkur semja um, hvussu ein skattalætti kundi innførast.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, helt, at nú vóru tað kommunurnar, sum skuldi veita skattalætta, samstundis sum fleiri nýtslugjøld skuldi leggjast á borgaran, men hann ivaðist í, um nakað varð gjørt fyri løgtingsvalið.

- Vit mugu hava kommunurnar inn á banan nú, segði Jørgen Niclasen. Eisini róði hann framundir, at skattapolitikkur kundi gerast ein partur av samráðingunum millum fíggjarmálaráðið og fakfeløgini.

Dánjal Højgaard, sum var orðstýrari, vísti á sjónarmiðini hjá felagnum:
- Nógv kjak hevur verið um skattapolitikkin hjá hesi samgonguni, og í seinastuni hevur ljóðað úr ymsum politiskum heraðshornum, at stundin er komin at veita lág- og miðalinntøkum skattalætta. Hettar er eisini støðan hjá Starvsmannafelagnum, vísti orðstýrarin á.

Jenis av Rana royndi at tekkjast teimum meiri enn 100 fundarluttakarunum við orðunum:

- Vit vóna at geva skattalætta til lág- og miðalinntøkurnar, áðrenn vit leggja frá okkum. Men tað verður ikki flatur skattur, sum mundi kostað miðflokkinum lívið, segði Jenis av Rana.
Formenninir í teimum báðum stóru andstøðuflokkunum – Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi – vístu báðir á, at søla av tilfeinginum átti at brúkast til at lækka skattin á lág- og miðalinntøkunum.

- Í dag liggur øll fígging av vælferðini á arbeiðarafjøldini. Skattaskipanin eigur at vera broytt, so skattur ikki bara verður lagdur á lønir. Eitt nú eigur skattur at vera lagdur á tey, sum fáa tilfeingið og tey, sum dálka, segði Høgni Hoydal.

Aksel Johannesen úr Javnaðarflokkinum vísti á, at parturin av bruttutjóðarúrtøkuni, sum fer til lønir er minkað út 74 prosentum niður í 63 prosent í hesum valskeiðnum. Hann helt, at hesi tølini vístu, hvussu ójavnin var vaksin.

Konkreta uppskotið hjá javnaðarformanninum var:

- Vit skulu selja fiskirættindi, og inntøkurnar skulu fara beinleiðis til skattalættar til lág- og miðalinntøkurnar.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum dugdi ikki at skilja sjónarmiðini hjá andstøðuni:

- Føroyar eru eitt tað javnasta samfelagið í heiminum, svaraði Jørgen Niclasen.