Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lydmor og Kaleo á G!

Tvey av mest lovandi növnunum í Norðurlondum koma á G!. Vit kunnu avdúka, at íslendsku Kaleo og danska Lydmor, vera á skránni í ár.

Tíðindaskriv

Kaleo teljast millum best umtóktu növnini í Íslandi í lötuni, og eftir luttökuna á Frigg Festivalinum í Keypmannahavn, eigur indie/popp/rokk kvartettin eisini eitt pláss í nógvum föroyskum hjörtum.

Meðan Lydmor er millum mest markantu röddirnar á danska elektroniska pallinum, ein rödd, ið hevur vakt ans bæði heima og úti. Handan navnið Lydmor goymir unga songkvinnan, tónleikarin, framleiðarin og tónasmiðurin Jenny Rossander seg.

Kaleo

Bólkurin tók fólk í Kongens Have á bóli við sínari framförslu, ið var ein tann besta á Frigg festivalinum.

Fyri tey, ið fylgja við í íslendskum tónleiki, var hetta tó ikki óvæntað. Tí Kaleo eru uttan iva största stjörnuskotið á íslendska tónleikahiminum. Síðan bólkurin varð settur á stovn fyri hálvum öðrum ári síðan, hevur tað bert gingið ein veg.

Fyrsta og eisini sjálvnevnda útgávan “Kaleo” endaði á fyrsta plássi á íslendsku sölulistunum. Bólkurin vann íslendska lurtaraprísin, fyri bestu útgávu og besta nýggja bólk, meðan sangarin Jökull Júlíusson varð valdur til besta sangara. Eisini vunnu teir heiðurin, sum besti nýggi bólkur á Icelandic Music Awards.

Seks av teirra staklögum hava higartil ligið á íslendska hittlistanum, harav hava trý ligið á ovastu rók. Fyrsta staklagið ein tulking av gamla íslendska fólkalagnum “Vor í Vaglaskógi” var eitt av lögunum, ið rakti ovastu rók.

At áhugin er stórur fyri Kaleo í heimlandinum gjördist veruliga greitt, tá 40.000 fólk möttu upp á útikonsertini við teimum á íslendsku mentanarnáttini. Mett verður eisini, at 100.000 onnur hugdi við í sjónvarpinum. Hetta er nærum annar hvör íslendingur, ið eini tjóð við 300.000 íbúgvum.

Tónleikurin hjá teimum vekir eisini ans í útlandinum, og umframt Frigg Festivalin í Keypmannahavn, vóru Kaleo hövuðssnavn á Tartu Indie Festival í Estlandi.

Lydmor

Lydmor er kend fyri sín finurliga tónleik og sínar intensu konsertir. Lydmor fer einsamöll á pallin við sínari teldu, einum ljómborði og öðrum elektroniskum ljóðförum og so eisini við síni frálíku rödd. Hetta er sjarmerandi elektroniskur tónleikur, sera sjarmerandi og tað hevur givið henni fjepparar um alt Evropa.

Hon hevur vakt alsamt störri ans í heimlandinum, har m.a. gomlu punkkempurnar úr Sort Sol og Bon Homme úr WhoMadeWho, hava forelska seg í röddini. Hon hevur framfört við teimum fleiri ferðir. Seinast á Spotfestivalinum, har hon og Bon Homme fingu eitt framúr ummæli fyri teirra framförslu saman.

Eisini úti í Evropa hevur Lydmor vakt ans, Herfyri boðaði týski stjörnuframleiðarin DJ Alle Farben frá, at Lydmor syngur fleiri av lögunum á hansara nýggju útgávu. Í heyst sang hon duett við amerikonsku songkvinnuna Amandu Palmer, og í fjör luttók hon eitt nú á Roskilde Festivalinum, sum partur av trioini So-So Echo.

Í lötuni er tó hövuðs dentur lagdur á hennara egnu verkætlan Lydmor, har lýsur hon uttan filtur sítt lív við tungum beats, dreymakendum ljóðmyndum og inniligum lögum.

Hon gav í 2012 sína fyrstu flögu ”A Pile of Empty Tapes” út, og í lötuni eru leysasögur um, at ein nýggj útgáva er ávegis. Samstundis eru hópin av konsertum á skránni, bæði í Danmark og í útlandinum, m.a. eisini ein framförsla á G! Festivalinum.

Vit avdúka tvey onnur nøvn í morgin, tá verður talan um tvey føroysk nøvn.

Kaleo á Youtube

Kykmyndalagið “Vor í Vaglaskógi”

Kaleo Live á Rás 2 í Íslandi

Lydmor á Youtube

Kykmyndalagið “Young”

http://www.youtube.com/watch?v=wucr5xlx0Mg

Kykmyndalagið “Lamppost Light”

http://www.youtube.com/watch?v=aJWRVeAkvBk

Kykmyndalagið “Electric Mistress”

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=ABx6Zdl1aIQ]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=v4CVoGRUIjs]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=WIAe7SXpTvA]