Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LV-Stjórin: Eg fari eftir partafelagnum

Perlur: Eftir at tað kom fram, at Kaupthing/LÍV, hevði keypt tunnilsprosjektið millum Skálafjørðin og Havnina, og afturfyri hevði bjóðað arbeiðsbólkinum eina hálva millión í part í partapeningi, ressaðist LV-stjórin, og vísti á, at stovnurin átti ognarrættin til fleiri dátur, sum arbeiðsbólkurin hevði biði um og fingið frá LV. Oyggjatíðindi 1. desember 2006:

4. oktober 2006, segði Oyvindur Brimnes við blaðið:

- Arbeiðsbólkurin vendi sær til okkara rættiliga tíðliga í skeiðnum, saman við kommununum í økinum, har ynskir vóru um tilfar av ymiskum slagi. Semja var um, at tey almennu ferðslutølini ikki vóru nøktandi, og tí máttu neyvari kanningar gerast. Amennu ferðslutølini hava neyvan nakað søluviðri við tað at tey eru almenn, sigur Oyvindur Brimnes í svarinum.

Hann vísir á, at stovnurin gjørdi fyri bólkin fleiri koyringar ókeypis á einum ferðslumodelli, sum stovnurin hevur latið gjørt, har bólkurin tó rindaði fyri útreiðslurnar av sjálvum koyringunum.

Fólk á stovninum nýttu væl av tíð í sambandi við hesar koyringar, uttan at hetta var fakturera víðari til bólkin. Vit meta at LV hevur upphavsrættin til hesar dátur, soleiðis at tær ikki kunnu seljast víðari, staðfestir LV-stjórin longu 4. oktober 2006.

Martin Heinesen, umboð fyri tunnilsbólkin, sigur soleiðis til úttalilsini hjá LV-stjóranum, Oyvindi Brimnes í Oyggjatíðindum, 6. oktober:

Eg haldi ikki, at eg eigi at gera viðmerkingar til útsagnir frá Landsverkfrøðinginum.

Arbeiðsbólkurin samskifti í sínum arbeiði við nógvar serkønar persónar, stovnar og myndugleikar. Um Landsverksfrøðingurin metir okkum at hava gjørt nakað skeivt, rokni eg við, at hann vendir sær til okkara um tað, sigur Martin Heinesen.

Og nú vit skriva 1. desember, hava vit spurt LVstjóran, um hann hevur tikið Martin Heinesen uppá orðið og hevur tosað við tunnils-bólkin.

- Nei, vit hava ikki tosað við tunnilsbólkin.

Tá ið tú sigur, at tú ikki hevur verið í samband við tunnilsbólkin síðani greinina, sigur tú so eisini, at tað ætlar tú tær heldur ikki at gera?

- Tað er rætt skilt.Vit vita ikki um áhuga-bólkurin er til longur, og hava sum so heldur onki við hann at gera. Nú má tað vera partafelagið eitt møguligt samskifti skal vera við, sigur Oyvindur Brimnes, ið skilligt ikki er hugaður at koma nærri inn á hesi viðurskiftir enn.