Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lundapisan í holu nr. 16 um at verða floygd

Við vevmyndatólum hevur borið til at fylgt við støðuni í 14 lundaholum í Skúvoy í summar. Lundin varp í 12 reiður, og 6 pisur blivu klaktar, men tær fyrstu doyðu longu, tá ið tær vóru um 5-10 dagar gamlar. Tann seinasta pisan kom ikki út fyrr enn 22. juli, og hon sær út til at fara at klára seg. Hon er um at verða floygd, men er framvegis í holuni og sæst her á heimasíðuni her.

Seinastu árini eru sera fáar lundapisur komnar undan, og seinastu tvey árini eru lundarnir rýmdir frá eggunum. Í ár er heldur frægari, tí egg eru klakt og onkrar pisur koma undan. Vanligt er at lundapisurnar verða klaktar seinast í juni og fyrst í juli, tá ið nebbasildin, sum er høvuðsføðin, er passaliga stór. Seinastu árini hevur lítið verið av nebbasild, tá pisurnar eru klaktar, og støddin hevur verið vánalig, so føðsluvirðið hevur verið lítið.

Pisurnar hava tí fingið annað yngul, mest hvítingsbróðir, men eisini hetta ynglið hevur verið smátt. Ynglið veksur tó skjótt, so tí kunnu tær pisurnar, sum verða klaktar seint, hava ein fyrimun tey vánaligu árini. Hetta kann vera orsøkin til, at hendan seinasta pisan fer at klára seg. Úr Myknesi frættist, at sildberar við nebbasild nú eru at síggja, so nakrar lundapisur koma undan, hóast tað er farið langt út um vanliga tíð.