Lummapengarnir eru loksins fortíð
Leingi er tað, ið væl skal vera. Loksins fáa allir pensjónistar, bæði fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar, loksins vanliga pensjón uttan mun til, um teir búgva á stovni ella heima. Samstundis skulu pensjónistarnir í staðin rinda fyri uppihaldið. Tað er greitt eftir, at løgtingið fyri løtu síðan samtykti at seta lógina um uppihald á stovni úr gildi.
“Hetta er eitt stórt frambrot og avgerandi stig at tryggja borgaranum – tá ið hann flytur á stovn – somu grundleggjandi rættindi, sum hann hevur, tá ið hann búði heima. Tað hevur verið ósømiligt og óvirðiligt, at fólk hava fingið lummapengar, tá ið tey eru fult før fyri at røkja síni fíggjarligu viðurskifti sjálvi”, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Seinastu dagarnar hevur landsstýriskvinnan luttikið á einari ráðstevnu hjá Javna, har sjálvsavgerðarrættur hevur verið eitt lyklaorð.
-Sjálvsavgerðarrætturin er sanniliga eisini galdandi fyri pensjónistar. Henda lógarbroyting javnsetur allar pensjónistar og styrkir munandi um fíggjarligu rættarstøðuna hjá pensjónistum, sum búgva á stovni. Við rættindum fylgja eisini skyldur, og tað er tað eisini í hesum føri, nú pensjónistarnir skulu undir at rinda fyri uppihaldið á stovni, vísir Rósa Samuelsen á.
Tað hevur verið ein long tilgongd at tryggja pensjónistum á stovni somu rættindi, sum tey, ið búgva heima. Í januar 2000 varð nýggj almannapensjónslóg sett í gildi í Føroyum. Tá vórðu ásetingarnar um pensjónsviðurskifti hjá fólki, sum fara á stovn, tiknar burtur úr pensjónslógini. Ellivu ár eftir sleppa allir pensjónistar at varðveita rættin til pensjón og fáa skyldu til at rinda fyri uppihaldið.
- Eg fegnist sjálvsagt um, at málið loksins er samtykt. Í almenna kjakinum um bústaðarviðurskifti hjá fólki við serligum tørvi, verður ofta borið fram, at í Føroyum verða fólk á stovni institutionaliserað. Tað er hesi tankagongd, vit skulu burtur frá. Lógarbroytingin umboðar eina uppgerð við hendan stovnstankan og eitt fyrsta stig til, at øll, óansæð førleika og bústað, varðveita sjálvsavgerðarrættin, heldur landsstýriskvinnan í almannamálum.
Á psykiatriska deplinum, røktarheimum og bústovnum kring landið búgva á leið 390 pensjónistar.