LUM: Havanar kommuna fær átalu um eina rokning
Skriv frá setiumboðsmanni viðvíkjandi málsviðgerðini hjá Tórshavnar kommunu av einari umbøn um innlit
Setiumboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Tórshavnar kommunu av tveimum umbønum um innlit, ið høvdu samband við konsertina við Elton John á Tórsvølli í juni 2009.
Klagan snúði seg í høvuðsheitum um, at Tórshavnar kommuna ikki hevði givið nøktandi málsviðgerð av innlitsumbønunum. Millum annað ynskti klagarin at fáa innlit í upplýsingar, ið vístu um ein rokning frá fyriskiparunum av konsertini til Tórshavnar kommunu var goldin. Eisini ynskti klagarin at vita, hvat hendi við einari umsókn um stuðul frá fyriskiparanum av konsertini til Tórshavnar kommunu.
Klagarin setti fram fyrru umbønina um innlit tann 8. juli 2021, ið Tórshavnar kommuna svaraði tann 21. juli 2021.
Tann 21. juli 2021 setti klagarin fram seinnu umbønina um innlit, ið var grundað á fyrru umbønina. Hendan umbønin varð ikki endaliga svarað fyrr enn tann 12. august 2021, eftir at klagarin hevði sent Tórshavnar kommunu fleiri áminningar.
Vísandi til § 16 í innlitslógini helt setiumboðsmaðurin tað ikki vera nøktandi, at Tórshavnar kommuna nýtti ávikavist 13 dagar at svara fyrru umbønini um innlit og 22 dagar at svara seinnu umbønini um innlit.
Í svarinum til klagaran, ið var dagfest 12. august 2021, segði Tórshavnar kommuna, at orsøkin til drúgvu málsviðgerðartíðina var feria.
Setiumboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at tað er galdandi, at ein myndugleiki sum Tórshavnar kommuna, ið ikki stongir fyri allari avgreiðslu um summarið, eigur at skipa síni viðurskifti soleiðis, at kommunan altíð er før fyri at viðgera og avgreiða umbønir um innlit sum vanligt.
Setiumboðsmaðurin undraðist eisini á, hví Tórshavnar kommuna ikki hevði latið innlit í upplýsingar, ið vístu at umrødda rokning var goldin. Sambært upplýsingum í málinum, hevði Tórshavnar kommuna í telduposti boðað klagaranum frá, at kommunan hevði kannað um nevnda rokning var goldin, og at kommunan í hesum høpi hevði fingið váttan fyri, at rokningin var goldin.
Tann 25. oktober 2021 boðaði Tórshavnar kommuna setiumboðsmanninum frá, at klagarin nú hevði fingið innlit í upplýsingarnar, ið vístu at umrødda rokningin var goldin. Tá vóru stívliga 3 mánaðir gingnir síðan klagarin, tann 21. juli 2021, bað um innlit í hetta.
Samanumtikið gav setiumboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina átalu fyri handfaringina av hesum máli (LUM 21/19683).