LUIS PALAU - jarðarferð
Altjóða argentinski evangelisturin Luis Palau andaðist í heimi sínum í Portland í statinum Origon USA hósdagin 11. mars 86 ára gamal. Hann hevur borið upp á krabbamein seinastu trý árini.
Luis Palau er føddur 27. november 1934 í Argentina, har hann vaks upp. Fekk Amerikanskan ríkisborgararætt sum 28 ára gamal. Giftist við Patriciu Scofield, vanliga rópt Pat, í 1961. Tey búsettust í Portland í statinum Origon, har tey hava búleikast til dagin í dag.
Tey eiga fýra dreingir og 12 barnabørn.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar
gjaranes@gmail.com
sí facebookvanga
Skrivað: pjd, Glyvrar 17.03.21
_________________________
Luis og konan vitjaðu í Føroyum í 1988, har hann hevði trý stórmøtir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tí eru tað nógvir føroyingar, sum hava møtt honum og hava nógv góð minnir eftir hann.
Kristiliga Tíðindatænastan boðaði frá, at familjan hevði sett jarðarferðina at verða leygardagin 20. mars kl.14:00, (í gjár), amerikanska tíð í heimbýnum Portland. Jarðarferðin var á privatum støði, men varð eisini stroymd live, og kundi fylgjast á heimasíðuniluispalau.org ella á facebook.com/luispalaulive
TÍÐIN Í FØROYUM VAR
LEYGARKVØLDIÐ KL:21:00