Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lúgva Kaj Leo og Jørgen?

Týsdagin 8. novembur vóru umboð fyri yvir 30 fakfeløg á fundi við formennirnar fyri politisku flokkarnar, ið samráðast um at gera samgongu. Fyri politisku flokkarnar vóru Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana møttir. Endamálið við fundinum var at greiða politisku samráðingarluttakarunum frá stóra vansanum fyri bæði samfelag og eftirlønaruppspararar, um pensjónsgjøld verða skattaði við inngjaldi ístaðin, sum nú, við útgjaldi.

Umboðini fyri fakfeløgnini greiddu fleiri ferðir á fundinum frá, óhepnu fylgjunum av ætlanunum hjá teimum fýra politisku flokkunum. Fakfeløgini hava eisini áður víst á sama boðskap í fjølmiðlunum. Feløgini eru væl vitandi um, at í einum heimi, har hvør uppsparingarkróna verður skattað við sama prosentsatsi í øllum uppsparingartíðarskeiðinum kann grundgevast fyri, at skattatíðspunktið er líkamikið. Tað skal tó undirstrikast uppá tað kraftigasta, at umboðini fyri fakfeløgini staðiliga vístu á, at hetta á ongan hátt heldur í veruliga lívinum.

Kortini segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður eftir fundin, at tað varð staðfest við 7 tumma seymi, at tað er líkamikið fyri uppsparan, um pensjónsgjaldið verður skattað við inngjaldi ella útgjaldi. Og Jørgen Niclasen segði, at tað endaliga er sligið fast, frá øllum síðum, at tað einki merkir fyri sjálvan uppspararan nær pensjónsgjaldið verður skattað. Hesar báðar útsagnirnar eru í greiðari andsøgn við tað, ið tosað var um á fundinum. Spurningur kann tí setast við, um Kaj Leo og Jørgen lúgva og um Jenis og Kári tóku undir við hesum.

Tað má vera eitt krav til politikarar, ið sita á ovastu rók, at teir vita, at allar flestu pensjónir vera skattaðar sum a-inntøka við útgjaldi. Í uppskotinum hjá Fólkaflokkinum liggur, at ein botnfrádráttur verður umframt at eingin fer at rinda meira enn 40% í skatti. Í hesum liggur soleiðis eisini, at onkur fer at rinda minni enn 40% í skatti. Við øðrum orðum verður helst talan um progressivan skattaskala. Tá kann mann í øllum førum sláa fast við 7 tumma seymi, at tað als ikki er líkamikið, um pensjónsgjøld verða skattaði við inngjaldi ella útgjaldi. Við botnfrádrátti og progressivum skattaskala vil tann einstaki eftirlønaruppspararin verða verri fyri um skattað verður við inngjaldi.

Ein annar møguleiki er, at teir fýra politikararnir hava eina heilt aðra skattaskipan, sum enn ikki tolir dagsins ljós. Fakfeløgini hava fleiri ferðir eftirlýst ítøkiligu ætlanunum fyri skatting av eftirlønunum, men hetta hava teir fýra ikki viljað upplýst.

Politisku ætlanirnar hava eisini enn verri árin á samfelagið og hetta kann gerast ein vanlagna fyri landskassan, soleiðis at allir føroyingar nú kunnu sígga eykarokningar og møguligar eykaskattir fyri sær í framtíðini, um uppskotið hjá Kaj Leo, Jørgen, Kára og Jenis kemur ígjøgnum.

Undirritaðu fakfeløg fara at fylgja gongdini í málinum nevyt.

• Føroya Lærarafelag

• Akademikarafelag Føroya vegna

o Føroya Verkfrøðingafelag

o Magistarafelag Føroya

o Føroya Byggifrøðingafelag

o Arkitektafelag Føroya

• Samtak vegna

o Føroya Arbeiðarafelag

o Havnar Arbeiðsmannafelag

o Føroya Fiskimannafelag

o Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

o Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

• Felagið Føroyskir Sjúkrarrøktarfrøðingar

• Havnar Arbeiðskvinnufelag

• Føroya Handverkarafelag

• Landsfelag Handverkaranna

• HK Føroya Deild

• Yrkisfelag fyri Trygging og Fígging

• Lærarafelag Handilsskúlans

• Føroya Tekniska Lærarafelag

• Starvsfólkafelagið í BankNordik

• Føroya Pedagogfelag

• Almanna- og heilsurøktarafelagið

• Bioanalytikarafelagið

• Maskinmeistarafelagið

• Musiklærarafelag Føroya

• S&K Felagið

• Umboðsráð Tryggingartakaranna í LÍV

• Starvsmannafelagið

• Fysioterapeutfelag Føroya

• Ljósmøðrafelag Føroya

• Kost- og føðslufelag Føroya

• Ergoterapeutfelagið

• Heilsuhjálparafelag Føroya

• Skipara & Navigatørfelagið