
Ludvík í Lítluvík
Frá í dag til mikudagin 24. juni hevur Ludvík á Brekku listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.Tíðindaskriv:
Hesaferð sýnir Ludvík á Brekku 23 vatnlitsmyndir fram í Smiðjuni Lítluvík.
Myndirnar eru figurativar, expresivar og hálv abstraktar. Hetta er ein roynd at arbeiða við kontrastum og sterkum litum, sigur listamaðurin Ludvík á Brekku.
Framsýningin er opin soleiðis:
Fríggjadagin kl. 16 – 18
Leygardagin kl. 12 – 18
Sunnudagin kl. 14 – 18
Mánadagin kl. 14 – 18
Týsdagin kl. 14 – 18
Mikudagin kl. 14 – 18