Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ludvigsen og 14. september 1946

Tað frøddi meg almikið, at Eirikur Ludvigsen í Álaborg hevði viðmerkingar í Sosialinum til mína grein um fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Tað er ikki á hvørjum degi, ein danskur løgfrøðingur tekur hetta svarta blaðið í søgu Danmarkar upp á tunguna. 

Tíverri er greinin ikki serliga væl frágingin. Hann leggur fyri við at siga, at á fólkaatkvøðuni bar til at atkvøða ja ella nei fyri stjórnaruppskotinum.

So var ikki.

Á atkvøðuseðlinum vóru tveir møguleikar. Annaðhvørt skuldi atkvøðast fyri stjórnaruppskotinum, og hin møguleikin var at atkvøða fyri loysing.

So sigur hann, at uppskotið um loysing var vegleiðandi. Men hann tekur ikki ta avleiðing av hesum, at atkvøðan um stjórnaruppskotið harvið somuleiðis var vegleiðandi. Heldur ikki nevnir hann, at professarin dr. juris Alf Ross í apríl 1946 hevði skrivað til stjórnarskráarnevndina, at politiskt var í einum demokratiskum samfelag eingin munur á vegleiðandi og avgerandi fólkaatkvøðu.

Løgfrøðingur sigur, at fólkaatkvøðan av røttum varð annullerað. Tað hevði sjálvandi verið áhugavert at hoyrt frá einum løgfrøðingi, hvørjar rættarreglur heimila annullering av eini fólkaatkvøðu. Men her er tøgn.

Hann sigur, at loysingarflokkurin eftir valið í 1946 fekk 25% av tingmonnunum. Tingmenninir vóru 20, og 25% ella fjórðingurin av 20 er sum kunnugt 5. Men loysingarflokkurin Fólkaflokkurin fekk sambært almenna valúrslitunum 8 menn valdar.

Tá Eirikur fer at umrøða friðarsáttmálan í Kiel, avdúkar hann, at hann tosar um nakað sum hann ikki hevur forstand uppá. Hóast hann sigur seg hava lisið sáttmálan, sigur hann, at Føroyar ikki eru nevndar í honum. Hann hevur tí eftir øllum at døma lopið um fjórðu grein í sáttmálanum, sum sigur, at Svøríki skal hava alt Noreg, men at Grønland, Føroyar og Ísland eru frátiknar. Hann kann tí ikki hava lisið ta viðgerð, hesin spurningur fekk í rættarmálinum í Haag 1933.

Tað var Orwell, sum segði í síni bók 1984, at valdshavar liva høgt uppá, at óvitska er megi. Tað er hetta sum hesin løgfrøðingurin hevur tikið til sín. Í einum heimi, har har ein og hvør unglingi kann finna fram til veruleikan, ber ikki altið til at hjálpa valdsharrunum við at duva upp á reseptina, Orwell gav.

Zakarias Wang