Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Loyvi til elframleiðslu úr vindorku

Sambært § 5 stk. 3 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Jarðfeingi hevur móttikið umsókn um loyvi til elframleiðslu úr vindorku.

Umsøkjarin hevur søkt um loyvi at seta upp 13 vindmyllur á 900 kW svarandi til ein samlaðan mátt á 11,7 MW staðsettar í Húsahaga í Suðurstreymoy.

Áhugað kunnu søkja um sama loyvi, 11,7 MW, á sama staði ella øðrum hóskandi staði, eftir nærri ásettum treytum, sí niðanfyri.

Umsóknarblað og nærri upplýsingar

Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Jarðfeingi, at fáa umsóknarblað og nærri kunning um nevndu treytir og aðrar treytir fyri at kunna søkja.

Freist at søkja

Seinasta freist at senda inn umsókn um loyvi er 15. oktober 2012.

Treytir fyri at kunna søkja

Í sambandi við umsóknir um loyvi, sambært omanfyri nevnda, er neyðugt, at umsøkjarin kann vísa á eitt øki (við váttan frá jarðaeigara), har vindmyllurnar kunnu setast, og eisini skal umsøkjarin kunna útvega onnur neyðug loyvi, eitt nú loyvi frá náttúrufriðingarmyndugleikum og loyvi frá viðkomandi kommunu. Eisini skulu umhvørvisárinsmetingar gerast sambært § 16 í elveitingarlógini og góðkennast av Umhvørvisstovuni.

Vindviðurskiftini á staðnum skulu verða væl lýst, t.d. við vindmátingum helst fyri 1 ár, ella við øðrum upplýsingum, sum kunnu javnmetast við vindmátingar.

Harumframt er tað ein treyt, at viðkomandi umsøkjari kann vísa á neyðugan tekniskan førleika og harundir møguligar royndir innan elveiting, og umsøkjarin skal hava váttan frá peningastovni um tøka fígging til ætlanina.