Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Loyvi at fiska kalva og svartkalva í Eysturgrønlandi

Eftir fiskiveiðiavtaluni við Grønland fyri 2013 hava føroysk skip loyvi at fiska tosk, kalva og svartkalva í Eysturgrønlandi.

Fiskiloyvi til Eysturgrønlands eru fyrr í ár latin samsvarandi treytunum í kunngerðini um veiðu eftir botnfiski í Grønlandi í 2013. Har er ásett, at í fyrsta umfari verða fiskiloyvi latin skipum, sum í 2008-2012 hava fiskað botnfisk í Eysturgrønlandi og sum hava loyvi at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi.

Toskakvotan í Eysturgrønlandi upp á 255 tons er fiskað. Av kalva- og svartkalvakvotuni upp á 275 tons eru góð 230 tons eftir.

Útlit eru ikki fyri, at tey skip, sum í fyrsta umfari fingu loyvi, fara at fiska tað, ið er eftir av kalva- og svartkalvakvotuni, og tí kunnu onnur skip nú søkja Fiskimálaráðið um fiskiloyvi. Rættindini verða latin sum felags árskvota.

Tá avgerð verður tikin um, hvør kann fara til Eysturgrønlands, verður dentur lagdur á, at føroysku kvoturnar í Eysturgrønlandi verða fiskaðar, og at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap. Harafturat hava umsøkjarar, sum hava loyvi til botnfisk undir Føroyum, fyrimun.

Umsóknir skulu vera Fiskimálaráðnum í hendi innan hósdagin 10. oktober 2013 á middegi.