Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Loysnin á kreppuni í Katalonia er samrøða og fólkaræði

Tjóðveldi hevur  sent áheitan til sponsku stjórnina – og til spanska parlamentið – um, at loysa kreppuna í Katalonia við samrøðu og fólkaræði. Samstundis verður mótmælt, at politikarar og leiðarar eru fongslaðir vegna eina fólkaræðisliga fólkaatkvøðu.

TÍÐINDASKRIV 17. oktobur 2019

Síðan 2010, tá ið spanski stjórnarskipanardómstólurin kolldømdi uppskotið til nýggja stjórnarskipan fyri Katalonia, ið varð samtykt á fólkaatkvøðu og samtykt bæði í spanska og katalanska parlamentunum, hevur støðan í Katalonia verið alsamt meira spent. 

Eftir fólkaatkvøðuna í 2017 er støðan hartil støðugt versnað. Politikarar og leiðarar í Katalonia hava verið varðhaldsfonglsaðir og í útlegd í nærum tvey ár. 14. oktobur 2019 endaði rættarsakin við, at níggju av teimum ákærdu fingu dóm millum 9-13 ár, umframt at spanskir myndugleikar sendu út nýggj handtøkuboð. Hetta loysir ikki kreppuna í Katalonia. Tvørturímóti.

Samstundis er talan um eitt álop á fólkaræðið og grundleggjandi mannarættindi, tá fólk verða beind í fongsul, bert tí tey skipa fyri eini fólkaatkvøðu.

Tí hevur Tjóðveldi í dag sent hesa áheitan til sponsku stjórnina:

“Vit vilja øll hava eitt Evropa, har sterkt fólkaræði, talufrælsi og rætturin til at savnast og mótmæla, eru galdandi. 

Vit vilja eisini øll, at kreppur verða loystar við samrøðu. Tí alternativið kenna vit - og tað vilja vit ikki hava.

Vit løgtingsfólk, leiðsla og umboð fyri politiska flokkin Tjóðveldi í Føroyum, vilja hervið heita á tykkum í sponsku stjórnini um at taka stig til at loysa kreppuna í Katalonia skjótast til ber. 

Neyðugt er við politiskum loysnum á politiskum avbjóðingum. 

At nýta dómstólar til at seta politisk mótstøðufólk í fongsul loysir ongar trupulleikar. Hetta ger trupulleikarnar størri.

Vit mótmæla staðiliga fongsling av fólkum, ið við fólkaræðisligum amboðum stríðast fyri sjálvsavgerðarrætti, samrøðu og fólkaræði. 

Eins og “UN Group on Arbitrary Detention” og “Amnesty International” fara vit at heita á tykkum at leyslata katalansku politisku fangarnar beinanvegin.

Einasti vegurin fram – og vegurin til loysn á kreppuni í Katalonia – eru samrøða og fólkaræði. 

Vit vilja tí heita á tykkum um sum skjótast at fara undir veruliga samrøðu um loysnir, ið eru grundaðar á javnbjóðis virðing og fólkaræði – til gagns fyri alt fólkið í Katalonia og Spania - og Evropa sum heild.”
Áheitanin er send til sponsku stjórnina, og avrit av áheitanini er eisini sent til spanska parlamentið. 

Tjóðveldi


191016-Appeal-to-the-Government-of-Spain-from-the-Republican