Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Loysingin kemur ikki gjøgnum Løgtingið

Eg sjálvur valdi at gevast í politikki tí, at eg hevði mist álitið á, at loysingin kundi fremjast ígjøgnum Løgtingið. Harfyri haldi eg nú ikki at Tjóðveldisflokkurin skal leggja árarnar inn, men fæst ikki ein nýggj rørsla upp at standa, uttanfyri hetta danska umhvørvið, so býðst ikki í bøtur, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Í Dimmu nr. 15 frá 20. Januar 2012, skrivar Líggjas í Bø, eitt lesarabræv, sum hann kallar “Drotningin og hennara riddarar”. Í lesarabrævinum vísir hann staðiliga á, at føroyingar, sum limir í norska ríkinum leingi vóru í felagsskapi við Danmark um m.a. kong, og at tann felagsskapurin ongantíð er avtikin. Hann vísir á, at danska kongsveldið í øldir hevur roynt at heilavaska føroyingar til at vera danir. Vit hava biðið fyrrverandi tingmann, Tórbjørn Jacobsen, gera viðmerkingar til hendan spurningin, sum Zakarias Wang, fólkalívsfrøðingur, hevur havt frammi í nógv ár.

3. partur:

Skrivið hetta ikki fyri annan enn meg sjálvan. Eri sum kunnugt ikki politikkari longur. Ein av orsøkunum til, at eg sjálvur valdi at gevast sum ein slíkur var, at eg hevði mist álitið á, at loysingin kundi fremjast ígjøgnum Løgtingið. Heimastýrisparlamentið er ein so integreraður partur av ríkiseindini vorðin, at tað skulu mirakul til, um tingið nakrantíð fer at koma fram til ta stóru avgerðina.

Harfyri haldi eg nú ikki at Tjóðveldisflokkurin skal leggja árarnar inn, hann skal støðugt føra loysingarsjónarmiðið fram á torg, allastaðni har tað ber til, men fæst ikki ein nýggj rørsla upp at standa, uttanfyri hetta danska umhvørvið, so býðst ikki í bøtur. Tey sum velja til eitt Løgting, hava so nógv onnur atlit at velja í mun til - enn loysingina. Prógvið um hetta er tað sum hendi 14. September 1946 og tað sum síðani hendi á løgtingsvalinum seinri sama árið.

Sjónarmiðini hjá Líggjasi og Zakariasi eru framvegis amboð, sum kunnu brúkast í hesi uttanum parlamentarisku royndini, at gera Føroyar frælsar. Og hví skulu tær verða frælsar? Ja, tað stutta svarið er, at nationalstaturin sum karmur um eina tjóð, er higartil tann frægasti stjórnarkarmurin, sum funnin er til tess at stjórna eini sjálvstøðugari tjóð.

Heimastýrið er órættur og ongin ábyrgd ímeðan nationalstaturin er rættur og ábyrgd. Eisini rætturin at flyta seg av heimføðisásinum til samstarv við allan heimin á jøvnum fóti. Í løtuni síggja vit avleiðingarnar av at vera partur av heimføðisásinum í makrelmálinum, har imperiið Danmark er oddviti hjá mótpartinum í einum ógvuliga týðandi búskaparmáli hjá føroyingum. Bara fyri at taka eitt av nógvum dømum.

At kongshúsið danska, kransakøkufunktiónin, ið skal fjala politisku realitetirnar fyri okkum, verður brúkt í hesum leiki, er ongin ivingur um. Og at tingformaðurin Jógvan á Lakjuni, av øllum, ið ofta verður tikin fram sum tað hánationala kortið hjá Fólkaflokkinum, táið teir uppá gjøt halda at tørvur er á tí, er vorðin ein av teknum, riddarum, danska kongsveldisins, tað er onki minni enn ein sorgarleikur.

Aftur ein ábending um, at uppáhaldið um, at loysingin ikki kemur ígjøgnum Løgtingið, er sannari enn tey flestu halda. Havi onkuntíð sagt, at Løgtingið í stóran mun ikki hevur aðra uppgávu enn hana, at vera húsavørður hjá donsku maktini í Føroyum. Ognirnar skulu jú røkjast onkursvegna, sigur Tórbjørn Jacobsen, at enda.