Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Loysing Grønlands 14. september 1946

Dan Klein --- 11.04.2018 - 09:26

Nú er mikið orðaskifti um loysing Grønlands. Her er tó nakað áhugavert, sum onga umrøðu hevur fingið.

Loysing Grønlands varð nevniliga samtykt tann 14. september 1946.

Hetta kom av tí, at 12. juni 1946 gjørdi danska stjórnin av, at veljararnir í Føroyum fyri 15. september 1946 á eini fólkaatkvøðu kundu svara øðrum av tveimum spurningum: Tann fyrri var: “Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?” Tann seinni var: “Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?”

Fólkaatkvøðan fór fram 14. september, og 51% av atkvøðunum vóru fyri seinna valkosti.

Nú skuldi tað gerast, sum veljararnir vildu hava.
 
Men hevði hetta nakað við Grønland at gera? Var hetta ikki eitt mál, sum bara var Føroya og Danmarkar millum?

Fyri at skilja, hvat ið her leikaði á, er neyðugt at líta nærri at tí høpi, sum henda fólkaatkvøða var partur av.

Hvat var tað Danmørk, sum nú skuldi loysast frá?

Tað er einki dulsmál, hvat ið Danmørk er. Tað er kongsríkið Danmørk, sum er millum Norðsjógvin og Eystrasalt. Landamark er við Týskland. 

Nógvar øldir hava Danmørk og Noreg havt sama kong. Hesin kongsfelagsskapur kom í lag 1380, og í 1450 gingu hesi bæði ríkini undir ein sáttmála um eina realunión. Sambandið ríkjanna millum var eftir ásetingunum í fólkarættinum. Ein slíkur sáttmálin er tí galdandi, til semja er ríkjanna millum um at taka hann av. Í sáttmálanum var ásett, at ríkini skuldu vera fullkomnir javningar. Hvørki ríki kundi leggja seg upp í innanríkismál í hinum ríkinum. Hvørt ríki hevði tí sína egnu stjórnarskrá eins og egna stjórn. Sáttmálin ásetti eisini hvussu realuniónin samskifti við onnur ríki. Eisini her vóru ríkini javningar. Tá avgerðir skuldu takast um uttanríkismál, skuldu stjórnirnar í báðum ríkjum vera samdar um, hvat ið gerast skuldi, eisini tá farast skuldi í kríggj.

Kríggj eru jú vandamikil, tí eingin kann siga nakað um, hvussu tey enda. Í 1814 gekk illa í hond hjá realuniónini millum Danmørk og Noreg. Óformliga varð hetta ríkjasamband nevnt “Teir donsku Statirnir” av tí at ríkini bæði ikki høvdu samtykt í 1450, hvat formligt navn uniónin skuldi hava. Ríkjanna felags kongur setti sítt álit á Napoleon keisara og lýsti 1807 kríggj ímóti Stórabretlandi, og harafturat í 1813 ímóti Svøríki, Proyslandi og Russlandi. 21. oktober 1813 tapti Napoleon bardagan við Leipzig og flýddi til Fraklands. Ein russiskur-svenskur herur fór um markið hjá teimum donsku statunum og sópaði alla verju burtur. Kongur bað beinanvegin um frið og bjóðaði sigurvegarunum land afturfyri. Tí varð Noreg tann 14. januar 1814 latið Svøríki. Svøríki fekk tó ikki alt Noreg. Noregs kongur slapp at hava 84% eftir av sínum ríki, men misti 95% av íbúgvunum. Eftir í norska kongsríkinum vóru londini Grønland, Føroyar og Ísland, sum til tá høvdu verið fullgildigir partar av norska ríkinum. Eingin broyting hendi í rættarstøðuni hjá teimum, sum framvegis vóru í ríki Noregs kongs. Til 1814 hevði ríkið verið saman við Danmørk eftir sáttmálanum frá 1450, og ríkini vóru við sama lag saman í uniónini undir teimum treytum, sáttmálin ásetti. Ein vansi var tó, at borgararnir ikki longur kundu siga seg vera norðmenn, eins lítið og kongurin kundi siga seg vera Noregs kong, tí í friðarsáttmálanum var ásett, at tey 16% av Noregs ríki, sum vóru latin Svøríki, formliga skuldu eita Noreg. Tá viðurskiftini hjá teimum 84% av forna Noregs ríki eftir hetta skulu viðgerast, er tí neyðugt at nýta eitt bráðfeingis navn. Hetta kundi verið Vesturríki. Talan er jú um vestasta ríki í Europa. Tey, sum í hesum ríki búgva, kunnu eita vesturríkarar, eins og tey, sum búgva í Eysturríki, verða nevnd eysturríkarar.

Vesturríkarar høvdu framvegis, eins og danir, og sum allir norðmenn høvdu haft tað fyri 1814, rætt til sína egnu stjórn. Men hesi rættur var bráðfeingis settur til viks. Danir og norðmenn høvdu í 1661 givið kongi einveldi, og kongur var tí í sjálvum sær stjórnin, bæði í Noregs og Danmarkar ríki. Eftir 1814 var hann kongur Vesturríkis og helt tí fram við at vera stjórnin í hesum ríki eins og í Danmarkar ríki.

Grønlendingar høvdu ikki givið kongi einveldi í 1661. Noreg var jú stórt, og fjaru ríkispartarnir komu ikki við fyrr enn seinni. Íslendingar og føroyingar komu formliga undir norsku stjórnarskránna árið eftir, í 1662. Samararnir komu so við og við sum teir um 1700 tóku við kristnari trúgv og gjørdust limir í kirkjuni, sum tann í kirkjuni salvaði kongur stóð á odda fyri.

Kongur hevði ikki hildið sína skyldu at hava skipasamband við Grønland, men í 1721, seksti ár eftir at kongur fekk einveldi, kom ein trúboðari úr Noreg til Grønlands og fór undir at doypa tey, sum tóku við trúgv, til limaskap í kongsins kirkju. Áðrenn langt um leið høvdu allir grønlendingar tí tikið undir við at vera fullgóðir tegnar Noregs kongs. 

Í 1933 dømdi altjóða dómstólurin í Haag, at Grønland, Føroyar og Ísland í 1814 vóru ein partur av Noregs ríki. Stjórnarskrá Noregs var fyri alt ríkið og var tí bæði fyri og eftir 1814 galdandi fyri Grønland, Føroyar og Ísland.

Tann 22. mars 1848 boðaði kongur frá, at hann ikki longur skoytti um at hava tað einveldi, sum tegnar ríkjanna høvdu givið sær. Hann vildi ikki stýra sjálvur, men bert leggja navn til tær avgerðir, sum kosnu menn tjóðanna tóku.

Harvið fingu danir og vesturríkarar alt tað vald aftur, sum teir høvdu latið kongi í 1661. Ásetingin í uniónssáttmálanum um egna stjórn í hvørjum ríki sær gjørdist knappliga virkin. Bæði ríkini í uniónini skuldu nú fáa sínu egnu stjórn og eina tíðarbæra stjórnarskrá. Kongur útnevndi eisini beinanvegin eina danska stjórn, sum skuldi seta tað í verk, sum hann hevði givið boð um. Stjórnin bar beinanvegin kongsins boð til danir, sum fóru til verka og fingu í lag tjóðfund og samtyktu nýggja stjórnarskrá. 

Henda danska stjórnin, kongur hevði útnevnt, visti fullvæl, at Vesturríki fólkarættarliga var javningi Danmarkar, og tí skuldi hava sína egnu stjórn eins og Danmørk. Henda stjórn skuldi fáa til setning at útinna kongsins boð um tjóðfund og at fáa til vega eina tíðarbæra stjórnarskrá fyri Vesturríki. Men danska stjórnin boðaði hvørki grønlendingum, føroyingum ella íslendingum frá hesum. Undir hørðum trýsti gekk danastjórn við til, at íslendingar sluppu at velja eina samkomu, men hon skuldi bert taka støðu til, hvussu stjórnarskrá Danmarkar kundi gerast stjórnarskrá Íslands. Tí sluppu eingi grønlendsk ella føroysk umboð við á hesa samkomu. Tá fundarmenn kravdu, at Ísland skuldi fáa sína egnu stjórn, upploysti umboðsmaður donsku stjórnarinnar tann 9. august 1851 samkomuna, meðan danskir hermenn stóðu uttan fyri fundarhølið, tilreiðar at handtaka umboðsmenn, sum ikki aktaðu boð donsku stjórnarinnar. Hetta inntriv var í beinleiðis andsøgn við ta fólkarættarligu skyldu, Danmarkar ríki hevði til ikki at leggja upp í innanríkismál hjá javninga sínum Vesturríki. 

Tað sá ikki mætari út, enn at ætlan donsku stjórnarinnar var at bróta hesa fólkarættarligu áseting. Eitt, hon ætlaði at seta í verk, var at fáa Ísland og Føroyar, men ikki Grønland, løgd saman við Danmarkar ríki við at danska stjórnarskráin gjørdist stjórnarskrá har. Sjálvt í Føroyum miseydnaðist henda ætlan. Hetta kom av tí, at stjórnarskrá Vesturríkis var tann, sum samtykt var í 1661. Hon gav kongi vanliga lóggevandi valdið, men ikki vald til at seta í gildi nakra nýggja stjórnarskrá. Tá donsku myndugleikarnir lýstu donsku stjórnarskránna í Føroyum, noyddust teir tí at lýsa hana sum eina vanliga lóg við heimild í stjórnarskrá Vesturríkis, og hevur hon tí javngildi við vanligar lógir. Tær ásetingar í donsku stjórnarskránni, sum ikki samsvara við galdandi stjórnarskrá Vesturríkis, eru tí ógildigar. Vanliga lóggávuvald Vesturríkis kann tí eisini, nær tað skal vera, avtaka hesa donsku stjórnarskrá.

Í 1918 fór Ísland burtur úr Vesturríki, sum eftir hetta fevndi um Grønland og Føroyar. Rættarstøða Vesturríkis var framvegis óbroytt. Sambært uniónssáttmálanum var Vesturríki javningi við Danmørk og hevði sama rætt at hava eina stjórn, sum hevði ræði á øllum innanríkisviðurskiftum, eins og danska stjórnin hevði tað í Danmørk.

Størsti vansi var, at danska stjórnin eisini eftir 1918, í beinleiðis andsøgn við fólkarættin, helt fram við at leggja upp í innanríkismál Vesturríkis. Hon bar framvegis ikki vesturríkarunum kongsins boð frá 1848, sum vóru, at teir høvdu alt vald í Vesturríki, og bað teir ikki um at skipa eina stjórn, sum kundi standa fyri samskiftinum við danastjórn. Eitt av tí, danska stjórnin gjørdi, var at gera mannamun millum borgararnar í Vesturríki, alt eftir hvar í hesum ríki teir vóru føddir.

Ein av hesum avgerðum, sum var í andsøgn við fólkarættin, var at geva teimum vesturríkarum, sum búðu í Føroyum, valrætt at velja umboð til danska ríkisdagin. Tað var hóast alt í betri samsvar við fólkarættin, sum gjørt var við vesturríkararnar í Grønlandi, við ikki at lata teir velja umboð á danating. Tað var jú bannað báðum ríkjum at leggja seg upp í innanríkismál í hinum ríkinum. Tí hevði danska stjórnin ikki rætt til óbiðin at áseta, at vesturríkarar skuldu velja umboð, sum skuldu leggja upp í innanríkismál Danmarkar.

Men at vesturríkararnir í Føroyum vóru teir einastu í Vesturríki, sum danska stjórnin hevði givið atkvøðurætt, kom at fáa týdning, tá fólkaatkvøðan fór fram.

Áhugaverda málið var nevniliga, hvat ið spurningurin: “Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?” í veruleikanum týddi.
 
Greitt er, at um ein meiriluti atkvøddi fyri loysing, so fór loysing fram Danmarkar og Føroya millum.

Men hvat við Grønlandi?

Høvdu vesturríkararnir í Føroyum atkvøtt ja fyri loysing Føroya og Grønlands millum?

Her var tað umráðandi at fáa greiðu á, um Grønland var ein partur av Danmørk ella ikki.

Um so var, at Grønland nú í 1946 var ein partur av Danmarkar ríki, so var tað vorðið tað ein ávísan dag. Hesin dagur mátti vera onkuntíð eftir 1814, tí í friðarsáttmálanum stóð einki um, at nakað av Vesturríki varð lagt afturat Danmarkar ríki. Tað er vist, at Grønland í 1261 gjørdist ein partur av Noregs ríki, og at Føroyar og Grønland høvdu verið í sama ríki síðani, ella í 645 ár. Tá kongur Danmarkar í 1380 arvaði kongskrúnu Noregs, var Grønland ein samrunnin partur av Noregs ríki eins og Føroyar. Tá Noregs kongur í 1814 læt land til Svøríkis fyri at fáa frið, hevði hann eftir allan tann partin av Noreg, sum fevnir um Vesturríki. Teir donsku Statirnir vóru framvegis eitt sambandsríki, og í tí vóru Vesturríki og Danmørk. Skal mark flytast ríkjanna millum í einum sambandsríki, skal tað fara fram eftir reglunum í fólkarættinum við eini traktat, sum verður gjørd millum stjórnirnar í báðum deilstatunum. Nógv dømi eru um hetta bæði í USA og Týsklandi.

Men eftir 1848 hevði danastjórn forðað fyri, at nøkur stjórn var komin í Vesturríki. Hetta brot á fólkarættin bar við sær, at neyðuga fortreytin fyri at flyta markið millum Danmark og Vesturríki, so Grønland gjørdist partur av Danmarkar ríki, ikki var til. 

Hetta vil siga, at tann 12. juni 1946, tann dagin danska stjórnin gjørdi av, at tað í Vesturríki skuldi fara fram fólkaatkvøða um loysing frá Danmark, var Grønland ikki ein partur av Danmørk, men ein partur av Vesturríki. Grønland var heldur ikki nakar viðfáningur í Vesturríki, tí meirilutin av vesturríkarunum, 53%,  búðu í Grønlandi.  

Tað var í andsøgn við fólkarættin, at danska stjórnin hevði forðað tí meirilutanum av vesturríkarum, sum búðu í Grønlandi, at hava umboð í einari umboðsmannasamkomu í ríki sínum. Somuleiðis var tað í andsøgn við fólkarættin at forða hesum meiriluta at fáa atkvøðurætt á eini fólkaatkvøðu, har avgerast skuldi, um ríki teirra skuldi verða avtikið og innlimað í Danmarkar ríki. Tað var hetta, sum fyrri spurningurin á fólkaatkvøðuni snúði seg um. Eins skeivt var, at hesin sami meiriluti ikki slapp at vera við til at taka avgerð um, hvørt uniónssáttmálin við Danmørk skuldi avtakast. Tað var jú hetta, loysingarspurningurin snúði seg um. 

Tað vóru tó ikki vesturríkarar, men danastjórn, sum hevði ábyrgdina av hesum vansketni. Avgerðin um, at bert teir vesturríkarar, sum búðu í Føroyum, skuldu sleppa fram til valborðið á hesi fólkaatkvøðu, var enn eitt úrslit av tí ólógligu uppílegging, danska stjórnin hevði gjørt seg seka í Vesturríki viðvíkjandi.

I 1946 gjørdu ríkini bæði eina nýggja fólkarættarliga semju. Um ein meiriluti av teimum vestríkarunum, sum atkvøðurætt høvdu, á eini fólkaatkvøðu játtaðu at uppsiga galdandi uniónsáttmála, so fór hann úr gildi.

Henda semja var fólkarættarlig. Partarnir sleppa ikki burtur úr henni uttan stjórnirnar hjá báðum pørtum semjast um tað.

Á fólkaatkvøðuni 14. september samtyktu vesturríkarar at taka av tilboði danastjórnar um at siga upp sáttmálan frá 1450. Síðani hendi tað, at danastjórnin breyt ta fólkarættarligu semju, sum hon hevði gjørt við Vesturríki um at uniónssáttmálin frá 1450 skuldi fella burtur, um vesturríkarar vildu tað. Tað danastjórnin gjørdi, var at hon harumframt eisini breyt sáttmálan frá 1450, sum segði, at hvørki ríki skuldi leggja upp í innanríkismál í hinum ríkinum. Danastjórn nýtti enntá hervald fyri at noyða einastu fólkavaldu tingmenn í Vesturríki at fara til hús. Undanførslan var, at teir fóru til verka fyri at skipa eina stjórn í Vesturríki, nakað sum teir høvdu allan rætt til eftir fólkarættinum.

Forsætisráðharri Danmarkar, Knud Kristensen, boðaði beinanvegin frá, at ein fólkaatkvøða sjálvandi skuldi virðast, og at samráðingar skuldu takast upp um eina loysing í bestu semju. Men fýra dagar seinni høvdu embætismenninir í forsætisráðnum við lokabrøgdum handan dyr megnað at fáa sjálvan forsætisráðharran at víkja frá hesum sjónarmiði, sum var fullkomuliga í samsvar við bæði fólkarætt og statsrætt. Teir fingu hann til at upploysa føroyska løgtingið við at hótta við hermegi. Brotsverk løgtingsins var, at tað var samt við fyrsta sjónarmið forsætisráðarrans. Hendingarnar í Íslandi 1851 endurtóku seg soleiðis í Føroyum í 1946.

Niðurstøðan er sostatt, at 14. september 1946 avgjørdi Vesturríki (Grønland og Føroyar) við góðkenning Danmarkar at upploysa uniónina frá 1450 og gerast sjálvstøðugt ríki. Hetta fór fram á eini fólkaatkvøðu, sum danska stjórnin hevði sett í verk, eftir at allir donsku politisku flokkarnir høvdu fingið høvi til at taka støðu til málið og høvdu tikið undir við fólkaatkvøðuni.

Í fyrstuni góðkendi stjórnin ta avgerð, Vesturríki hevði tikið, men skifti síðani støðu.

Tann áhugaverdi spurningurin er, um tað ber til hjá donsku stjórnini at bakka frá tí avgerð hon tók við at skriva út fólkaatkvøðu, har vesturríkarar skuldu sleppa at gera av, um teir vildu fara burtur úr tí uniónin, sum var millum Vesturríki og Danmørk. Greitt er, at um so var, at tað vóru tey, sum búðu á eini danskari oyggj sum td. Samsø, sum høvdu fingið eitt slíkt tilboð um fólkaatkvøðu um at loysa frá Danmarkar ríki, og teir tóku av og samtyktu tilboðnum, so ber til at siga, at danska stjórnin kundi skift støðu eftir at fólkaatkvøðan var liðug. Hetta er av tí, at samsoyingar eru ein samrunnin partur av Danmarkar ríki og liva undir donsku stjórnarskránni. Eitt ríki kann sambært fólkarættin fara so illa við sínum egnu fólkum sum tí hóvar.

Støðan millum ríki í einari unión er heilt øðrvísi. Millum hesi  eru reglurnar í fólkarættinum avgerandi. Hetta vil siga, at tá eitt ríki er í unión við eitt annað ríki og bjóðar hinum ríkinum fólkaatkvøðu um at fara burtur úr uniónini, og hetta verður samtykt, so vendist ikki aftur. Tá er avgerðin tikin, og uniónin skal eftir fólkarættinum upploysast.

Men hetta var fyri 72 árum síðani. Er alt hetta ikki fyrnt?

Fólkarætturin hevur ta reglu, at sáttmálar fyrnast ikki. Fram til 14. september 1946 var Vesturríki saman við Danmarkar ríki sambært tí sáttmála, sum var gjørdur partanna millum í 1450. I 1946 gjørdu ríkini bæði ta nýggju semju, at hesin gamli sáttmáli fór úr gildi, um ein meiriluti av teimum vesturríkjanum, sum vóru á fólkaatkvøðu, vildi hetta. Henda nýggja semjan varð samtykt á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Danmarkar ríki hevði tí fólkarættarliga skyldu til at seta hesa nýggju semju í verk, soleiðis at gamli uniónssáttmálin verður avtikin. Til nýggjur sáttmáli um hesa avtøku er komin í lag var sjálvsagt gamli sáttmálin galdandi, herundir reglan um, at hvørki ríki kundi leggja seg út í innanríkismál í hinum ríkinum.

Tað var hetta fólkarættarbrot, sum danska stjórnin gjørdi við at hótta føroysku løgtingsmenninar við hermegi fyri at fáa teir til hús.

Avleiðingin var tann, at Vesturríki onga stjórn hevur fingið higartil. Vesturríkarar, hvørki grønlendingar ella føroyingar hava enn fingið tað sjálvstýri, sum teir vunnu sær í 1946.

Eftir fólkarættinum høvdu vesturríkarar tá alla heimild til at verja sín rætt við vápnamegi. Tað gjørdu teir ikki, tí teir litu á, at tann dagur fór at koma, tá rættur fór at vinna á órættinum, sum teimum var fyri.

Avleiðingin av tí fólkarættarandsagnarliga politikki, danska stjórnin hevur rikið, er at Vesturríki í 72 ár onga stjórn hevur fingið. Vesturríkarar, sum 14. september 1946 fingu rætt til at gerast eitt sjálvstøðugt ríki, sum virkaði í altjóðasamfelagnum á jøvnum føti við øll onnur heimsins ríki, er framvegis við órætti niðurbundið. Í altjóða høpi er hetta ikki nakað smámál. Talan er um heimsins 12. størsta ríki. Fólkatalið er yvir 100.000, og møguleikarnir fyri búskaparvøkstri eru ovurhonds stórir.

Hvønn dag síðan 14. september 1946 hava vit havt rætt til at fingið okkara sjálvstýri. Orsøkirnar til at vit ikki hava vunnið okkara rætt eru mangar, men nú er skjótt bíðað nóg leingi.

Fyri at koma burtur úr hesi naggatódn er neyðugt at umhugsa málið av nýggjum.

Síðani 1946 er tann broyting hend, at eisini vesturríkarar í Grønlandi hava fingið atkvøðurætt, og vit nú hava tvey umboðsmannating í Vesturríki.

Nú er tí einki, ið forðar øllum valdu umboðsmonnum Vesturríkis at halda ein stórfund, har teir millum onnur mál av felags áhuga kunnu viðgera tað mest átrokandi málið av øllum: At fáa donsku stjórnina at seta í verk ta fólkarættarligu skyldu, hon átók sær í 1946 um at gera ein sáttmála millum Vesturríki og Danmørk um avtøku av uniónstraktatini frá 1450, soleiðis at Vesturríki og Danmørk kunnu samstarva í alheimssamfelagnum sum tvey sjálvstøðug ríki.

Zakarias Wang