Løntakaratalið veksur spakuliga
Talið av løntakarum veksur spakuliga, vísa árstíðarjavnaðu tølini fyri mars. Henda gongdin hevur verið síðani desember í fjør. Veturin frammanundan í 2010-11 var stór afturgongd, har talið av løntakarum minkaði við umleið 900. Orsøkin til stóru afturgongdina var millum annað húsagangur í fiskavøruídnaðinum. Ikki fyrr enn vit koma móti endanum á 2011 sæst aftur ein støðugur um enn lítil vøkstur í talinum av løntakarum.
Fiskaídnaðurin á veg uppaftur
Í mars 2012 vóru 108 løntakarar fleiri enn í mars 2011. Hetta er ein framgongd upp á 0,5%. Framgongdin er í høvuðsheitum í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu, har 166 fleiri løntakarar eru nú. Tað er alivinnan og fiskavøruídnaðurin sum eru orsøkin til framgongdina, meðan færri fáa hýru í fiskiskapinum nú. Privatar tænastuvinnur hava ein minni vøkstur við 51 løntakarum, meðan byggivinnan hevur eina afturgongd upp á 74 løntakarar, svarandi til -2,4%. Í almennum tænastum er ein lítil afturgongd.
Løntakarar: hugtakið løntakarar er hagtalsliga skilmarkað soleiðis, at har eru íroknað øll fólk í aldrinum 16 til 74 ár, sum hava eina lønarinntøku upp á minst eina dagsløn um mánaðin sambært samtíðarskattaskipanini.
Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum
http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/Hagtalsgrunnur/arbeid_lon
Kelda: www.hagstova.fo