Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lønirnar tær hægstu í fýra ár

Annan ársfjórðing á rað vuksu lønirnar og var farni ársfjórðingur tann besti til lønir í fýra ár.

Annan ársfjórðing í ár vóru útgoldnar 1.763 milliónir kr. í lønum og var hetta 33 milliónir meira enn fyrsta ársfjórðing. Framgongdin er nærum 2%. Hetta er annar ársfjóðringur á rað at tað er framgongd og vóru lønirnar í øðrum ársfjóðringi tær hægstu í fýra ár.

Fiskivinnan afturgongd seinasta hálva árið

Seinasta hálva árið er 5,2% minni útgoldið í fiski-, og alivinnuni samanborðið við seinna hálvár 2011. Ein av orsøkunum er at veiðan eftir makreli er um heystið. Somuleiðis var verkfallið hjá tí almenna í vár orsøk til eina lítla afturgongd. Í privatu tænastuvinnunum er 3,6% meira útgoldið fyrra hálvár, samanborðið við seinna hálvar í fjør og í byggivinnuni 1,6%.

Smiðjurnar hava meir at gera

Sjálvt um byggivinna og onnur tilvirking hevur goldið meira út í lønum, so er tað vinnugreinin skipasmíð sum gevur vøksturin. Higartil í ár eru útgoldnar 14 milliónir kr. meira innan skipasmíð og aðrar smiðjur, meðan tað er útgoldið 11 milliónir minni til bygging samanborðið við sama tíðarskeið í fjør.

Í vinnugreinini Byggivinna o.o. tilvirking eru vinnugreinarnar bygging, skipasmiðjur og smiðjur, orka og vatnveiting og annar ídnaður.

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning og trend við at trýsta á linkin...

http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/ARBEIDI/ARSTIDARJAVNING