Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Longt samstarvið um listaleypin

Í morgun í skúlanum í Kollafirði var hátíðarløta, tí tá bleiv samstarvið um Lista-leypin longt og nýggjur sáttmáli var undirskrivaður. 

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunu-felagið og Mentamálaráðið skipa fyri, til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.

Listaleypurin byrjaði í januar 2008, og sum sostatt hevur virkað í samfull 7 ár.

Fyrsti 2 árini var tó talan um eina royndarverkætlan, men eftir tvey ára royndartíð í 2010, so vóru allir partar samdir um, at skipa fyri framhaldi av verkætlanini. Umframt at breiðka um tilboðini í verkætlanini, var samstundis avgjørt at verkætlanin eisini skuldi fevna um forskúlanæmingar og elstu barnagarðs næmingarnir. Endamálið var, at tey yngstu eisini fingu høvi til at uppliva góða yrkislist.

Heðin Mortensen, formaður í kommunufelganum fegnaðist um longda sam-stavið og segði millum annað, at tað er kommunurnar, sum fyrst og fremst vara av okkara ungu borgarum, og tað er umráðandi, at vit sum kommunur eisini geva okkara ungdómi góðar sømdir at fáa listarligar upplivingar. Ikki minst, at børnini eisini fáa høvi til at síggja leiklist, tónleik og sjónleik, úr okkara grannalondum. 

Listaleypurin er eitt sera gott amboð, at geva okkara yngstu hesar listarligu upplivingar, og vera við til framhaldandi, at menna listarligu spírarnar í okkara ungdómi.