Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Longd freist at søkja inn á West Nordic Studies

Dan Klein --- 04.05.2017 - 07:07

Enn eru nøkur pláss eftir á einastu enskmæltu útbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Tí hevur Setrið gjørt av at leingja freistina hjá føroyskum og norðurlendskum umsøkjarum til 1. juni 2017 á midnátt 

West Nordic Studies, Governance and Sustaianble Management er ein masterútbúgving, har dentur verður lagdur á samfelagsligu og umhvørvisligu avbjóðingarnar í londunum í Útnorði við serligum atliti at t.d. árininum av veðurlagsbroytingum, at matoyðsli, at burðardyggari ferðavinnu, umframt at luttøkuni í sivilsamfelagnum. 

Kravið til umsøkjarar er ein bachelorútbúgving í samfelagsvísindum – ella líknandi útbúgving við minst trimum ára viðkomandi arbeiðsroyndum. 

- Vit taka skikkaðar umsøkjarar inn, til øll lestrarpláss eru farin - ella fram til 1. juni, sigur Lau Øfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðari, og heitir á áhugaðar umsøkjarar um at søkja sum skjótast. 

Les meira um, hvussu søkt verður inn á master í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management HER: https://setur.fo/utbugvingar/masterutbugvingar/mssc-i-west-nordic-studies/inenglish-mssc-in-west-nordic-studies/