Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lønargjaldingarnar og skattainntøkurnar metstórar í februar í ár

Februar í ár setti met, tá ið tað snýr seg um lønar- og skattgjaldingar umvegis a-skattaskipanina. Í februar í ár vórðu goldnar tilsamans 685,6 mió. kr. í lønum umvegis a-skattaskipanina. Hetta er 7,7% meira enn í februar í fjør, og samstundis tann besti februar mánaðin nakrantíð.

Sama ger seg galdandi fyri kommunuskattin, sum eisini var tann besti februar mánaðin nakrantíð. Í februar í ár vórðu tilsamans goldnar 114,6 mió. kr. í kommunuskatti. Hetta er 6,8% meira enn í februar 2011.

Samlaði lands- og eftirlønarskatturin var góðar 2 mió. kr. størri í februar í ár enn í februar í fjør. Eftirlønarskatturin var 17,5 mió. kr. í februar samanborið við góðar 11 mió. kr. í januar. Ein frágreiðing til frávikið er allarhelst ymsar barnasjúkur við nýggja eftirlønarskattaskipanini, sum kom í gildi 1. januar í ár. Hesar barnasjúkur fara at hvørva, tá ið vit koma longur út á árið.