Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lønardeildin sigur ósannindir um Føroya Pedagogfelag

Dan Klein --- 06.01.2018 - 10:17

Ístaðin fyri at kalla inn til samráðingar, so sita fólk í hægstu almennu størvum á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, og senda lygnir út til miðlarnar um, hvussu Føroya Pedagogfelag ikki tekur verkfallið í størsta álvara. 

Hetta hendir í okkara framkomna fólkaræði í Føroyum!

Pástandurin er, at Pedagogfelagið ikki viðgerð neyðugu undantøkini frá Almannaverkinum til veikastu borgararnar í landinum. 

Onki kundi verið meira skeivt! 

Føroya Pedagogfelag viðgerð ítøkiligani hvørt tað einasta undantak í størsta álvara, og hevur í einstøkum førum enntá víst Almannaverkinum á møguleikar fyri at skipa arbeiðið øðrvísi, so borgarar líða minst møguligt. Eitt dømi er sera harmuliga málið, um lívshættusligu støðuna hjá einum borgara, sum hevur verið frammi í miðlunum.

Hvussu skal Føroya Pedagogfelag taka Lønardeildina í álvara, tá umbønir til undantøk millum annað vóru til ein stovn, har ongin borgari býr, tí øll vóru heima í jólafrí? Ella tá umbønin um undantak var brúkt til at senda eitt starvsfólk heim at avspáka/feriu?

Eitt annað dømi um hvussu langt Lønardeildin vil fara við sínum ósannindum er, tá tey siga, at Pedagogfelagið "ein tíma seinni" sendi teimum svar uppá umbøn um undantøk. 

Nei, tað er ikki rætt. Svarið um bráfeingismálið kom 10 minuttir seinni. 

Samlaði svarið um undantøk kom umleið tríggjar tímar seinni. Telduposturin var móttikin 13.29 og svar uppá hvørja einstøku ítøkiligt viðgjørdu undantaksumbøn var send aftur umleið tríggjar tímar seinni klokkan 16.07. 

Hví lúgva um sovorðið? Tað er jú púrasta burtur úr vón og viti.

Verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag er lógligt. Fasti Gerðarrættur hevur staðfest tað. Pedagogfelagið virðir dómin hjá Fasta Gerðarrætti, og fylgir ásettu krøvunum um viðgerð av undantøkum.

Ótíðarhóskandi arbeiðsrættarliga skipanin 
Lønardeildin skírir føroysku skipanina at verða ótíðarhóskandi, men tað hevur hon bara sær sjálvum at takka.

Áður hevur tað verið soleiðis, at tað almenna setti passandi tal av tænastumonnum, sum skuldu tryggja at stovnar, sum tóku sær av okkara veikastu samfelagsbólkum, ikki komu í eina støðu, har eingi starvsfólk vóru at taka sær av hesum borgarum.

Vit kunnu staðfesta, at seinnu árini hava myndugleikarnir í stóran mun ikki sett nýggjar tænastumenn í starv, fyri at spara pening. Avleiðingarnar av hesum sparingum síggja vit nú. Tað er hvørki Pedagogfelagið ella vanligi føroyski løntakarin, sum hevur ábyrgdina av avleiðingunum av hesum starvsfólkapolitikki, sum ger, at tá lógligt verkfall er lýst, so ber ikki til at reka almennu stovnarnar uttan tey undatøk, sum felag okkara hevur givið.

Tað er merkisvert, at umboð fyri politiska myndugleikar og leiðandi embætisfólk nú gremja seg um hvussu álvarsligar avleiðingarnar eru, tá limir okkara eru fevndir av lógligum verkfallið, og hesi somu politikarar og embætisfólk, samstundis ikki tykjast at vilja geva hesum starvsfólkum rímuligar starvstreytir.

Fíggjarmálaráðið eri farið so langt sum at boða frá, at lív og heilsa er í hondunum hjá Pedagogfelagnum, hóast tey vita, at Fíggjarmálaráðið sjálvt hevur lykilin til at fáa enda á verkfallinum og verkbanninum, men tey tykjast framvegis ikki at eftirlíka heilt náttúrligum krøvunum frá felag okkara.

Steðgið tykkara ósannindum, virði verkfallsrættin og samráðingarrættin, og bjóði heldur til veruligar samráðingar!

Føroya Pedagogfelag