
Lønardeildin broytast til starvsfólkadeild
UMSKIPAN: Landstýriskvinnan í fíggjarmálum ætlar at broyta uppgávurnar hjá Lønardeildini og gera hana til eina lønar- og starvsfólkadeild. 1. november tekur Jan Mortensen við sum nýggjur stjóri á Lønardeildini.
Øssur Wintereig - PRESS
- Tað, sum undaði meg mest, tá eg kom í Fíggjarmálaráðið, var hvussu illa Lønardeildin var mannað. Nú ræður um at styrkja lønardeildina.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum ætlar at Lønardeildin skal broytast til eina yvirskipaða lønar- og starvsfólkadeild fyri alt tað almenna.
Lønardeildin er ein deild undir Fíggjarmálaráðnum, sum hevur ábyrgdina av øllum sáttmálum, sum Fíggjarmálaráðið hevur við fakfeløgini. Eitt annað arbeiði, sum lønardeildin hevur brúkt tíð uppá, er at hjálpa stovnum og miðfyrisitingini at finna rættar lønarflokkar og innplasering til almennu størvini. Í løtuni eru trý fólk í starvi á Lønardeildini.
- Í dag eru tað starvsfólkini á stovnum og í miðfyrsitingini, sum mynda tað almenna hvør í sínum lagi, og lítið og einki samstarv er millum starvsfólkadeildirnar, sigur Kristina Háfoss.
Umframt tey, sum hava sáttmálar við Lønardeildina, eru eisini øll tey, sum hava sáttmálar við Kommunurnar.
Sáttmálaískoyti takan í álvara
Landsstýriskvinnan nevnir, at viðurskifti, sum hava verið avtalað í sáttmálum, hava ikki havt neyðuga uppfylging, tí orkan hjá Lønardeildini hevur ikki rokkið til.
- Eg síggi fyri mær, at fakfeløg og Lønardeildin hava felags áhuga í at fylgja upp upp á ymisk viðurskifti, sum fleiri ferðir eru avtalað í ískoytum til sáttmálar, sigur Kristina Háfoss.
Landsstýriskvinnan nevnir eitt nú førleikamenning innan tað almenna og arbeiði móti til dømis strongd, sum fleiri fakfeløg hava víst á í eitt nú nøgdsemiskanningum.
- Vit hava nógv fólk við kunnleika um starvsfólkaviðurskifti runt í tí almenna. Eg vóni, at vit kunnu savna ta vitan, sum er hjá teimum. Sjálvandi skal tað gerast í samráð við hini ráðini, sigur Kristina Háfoss. Ein styrkt lønar- og starvsfólkadeild eigur eisini at kunna standa fyri leiðslumenning.
Landsstýriskvinnan lovar eisini at seta eina nevnd við umboðum fyri fakfeløgini at gera eina almenna lønarskipan longu í heyst.
Ein partur av tí arbeiðinum skal eisini verða, hvussu ein varskógvaraskipan kann setast í verk. Tað er ein skipan, har starvsfólk hjá landi og kommunum – ónevnd – kunnu fráboðað reglusemi í fyrisitingini.
Í sambandi við trivnaðarkanningar, sum fleiri fakfeløg hava latið gjørt, undrast landsstýriskvinnan yvir, at tað almenna ikki hevur meiri skipaðar trivnaðarkanningar.
- Nú er tað upp til tey einstøku økini, men eg síggi fyri mær, at ein lønar- og starvsfólkadeild kann fara meiri miðvíst til verka at skipa trivnaðar- og nøgdsemiskanningar, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Nýggjur stjóri
1. november tekur Jan Mortensen við sum nýggjur stjóri á Lønardeildini.
Í viðtali við Dimmalætting 30. september 2016 leggur nýggi stjórin fyrst og fremst dent á royndirnar, sum hann hevur sum samráðingarleiðari.
Jan Mortensen arbeiddi í 10 ár, sum stjóri í Vinnuhúsinum og stóð tá á odda fyri samráðingunum á privata arbeiðsmarknaðinum.
- Nú skal eg arbeiða við politikarum í bakinum, og tað verður øðrvísi enn, tá eg arbeiddi í Vinnuhúsinum. Politiska leiðslan kann jú broytast, segði Jan Mortensen við Dimmalætting.