Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løn, trivnaður og fólkafráflyting í fokus

“Vit mugu fáa mótpartin at skilja, at Føroyar hava brúk fyri okkum”, sigur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, sum nú hevur sett alla orkuna inn á samráðingarnar, ið verða til heystar.

Sáttmálasamráðingarnar nærkast við stórum fetum, og tað merkir í stóran mun nevndararbeiðið hjá Pedagogfelagnum. Galdandi sáttmáli verður sagdur upp 1. juli og gongur út 1. oktober, so næstu mánaðirnar verður meginparturin av orkuni hjá nevndini brúktur upp á fyrireikingarnar.

Enn er alt ov tíðliga at siga, hvørji ítøkiligu krøvini hjá Pedagogfelagnum verða til nýggja sáttmálan, men forkvinnan Maud Wang Hansen sigur, at tey í stóran mun fara at taka støði í størsta samfelagsliga trupulleikanum, sum Føroyar kanska nakrantíð hava staðið yvir fyri: Áhaldandi fólkafráflytingin.

“Tann gongdin má vendast, tí annars verður endin, at samfelagið søkkur saman. Føroya Pedagogfelag vil vera við til at loysa hetta vandamál, og okkara lutur er at tryggja so góðar og tryggar karmar og umstøður at arbeiða undir, sum til ber, so at pedagogar og hjálparfólk fara at trívast í Føroyum og ikki ríma”, sigur hon.

Maud Wang Hansen leggur dent á, at góðar umstøður eisini merkir góðar starvsmøguleikar og góða løn.

“Tað hevur júst verið frammi, at tað er torført at fáa eitt fulltíðarstarv, og tað kenna vit væl frá okkara sáttmálaøki. Slík viðurskifti eru við til at halda kvinnum niðri sum láglønarbólki og við lítlari eftirløn til ellisárini eisini”, sigur hon.

Størsti vandabólkurin í fólkasamansetingini, tá tað snýr seg um fólkafráflytingina, eru ungar kvinnur, ella kvinnur í burðarførum aldri. Og neyvan í nøkrum øðrum fakfelag í Føroyum hava fólk úr hesum bólkinum størri umboðan enn í júst Pedagogfelagnum.

“Tí er tað so alt avgerandi, at politikararnir av álvara fata, at Føroyar hava brúk fyri okkum. Tað er galdandi fyri bæði landspolitikarar og kommunalar politikar, og tað er við teir og teirra embætisfólk, vit skulu samráðast”, sigur Maud Wang Hansen.

Á álitisfólkafundinum 14. mai, varð nevndin í Føroya Pedagogfelag kunnað um uppskot og ynksi til samráðingarnar frá limunum. Hetta tilfarið skal síðani samanskrivast og til ta tíð innganga í krav- og ynskilistan til sáttmálamótpartin.

Pedagogfelagið umhugsar eisini at siga upp arbeiðstíðarreglurnar, sum semja varð gjørd um við tað almenna í 2008. Arbeiðstíðarreglurnar liggja uttanfyri sjálvan sáttmálan.

Ein annar týdningarmikil lutur, ið eisini er til umhugsunar, er, hvørt samráðast skal við land og kommunur saman aftur hesaferð.

“Tað kunnu vera fyrimunir við at samráðast við báðar partarnar í senn, men vit hava sanniliga eisini sæð vansar. Eitt nú hava vit sæð, at um tað hevur gingið væl at samráðst við annan partin, so hevur hin havt lyndi at seta kílar í. Eisini er rættiliga stórur munur á fakøkjunum – serstovnar og dagstovnar – sum hoyra undir ávikavist land og kommunur, og tí er tað als ikki so upplagt at samráðast við báðar partar í senn.”, sigur Maud Wang Hansen, sum tó undirstrikar, at ongin avgerð er tikin um hetta málið enn.