Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Loksins kom svarið! – Carnitin, er í tvøsti

Í samrøðu við útlendskan lækna fyri trimun árðum síðan, var mær sagt, at tað er meiri carnitin í tvøsti enn tað er í seyðakjøti. Tað vil siga, at út frá teimun tølum sum vit í dag kenna til, so er seyðakjøt tað kjøt íð inniheldur størstu mongdina av carnitin.

 

Tað er uttan iva eisini rætt sum læknin vísti á, at alt tað tvøst íð føroyingar hava eti gjøgnum øldir, helst eisini eigur lívi í onkrum føroyingi sum hevði sjúkuna ctd. Fyri stuttum kundi vit so lesa samrøðu við týska læknan, Ulrike Steuerwald, sum sigur hesi beinraknu orðini. Góðir kostvanar hava bjargað føroyingum.

 

Tann. 7.9.2008. Mistu vit Edmund av sjúkuni ctd. og hoyrdu tá fyri fyrstu ferð um hesa deyðiligu sjúku, sum skakaði eina heila tjóð. Síðan tá hava vit roynt at fingið svar uppá ymiskt viðvíkjandi evninum carnitin, sum er eitt av teimun týdningarmiklu evnunum íð eru neyðug fyri at yvirliva, og tí er tað sera umráðandi – at likami altíð hevur nokk av carnitin.  

 

Ein stórur partur av øllum føroyingum eru berarar íð stríðast við eitt lágt carnitin, og tí eru ráðini til hesi, at tey taka ein eyðka skamtur av carnitin hvønn dag, hettar vil hjálpa munandi uppá óregluliga hjartabankan.

 

Fyrispurningar eru eisini settir til granskarar í Føroyum og uttanlanda um, hvussu nógv carnitin tað møguliga er í tvøsti, tá tvøst enn ikki er á listanum yvir carnitin innihald í mati. Tað hevur tó ikki verið møguligt at fingið eit greitt svar uppá hendan fyrispurning.

 

Frá eldri fólkið vita vit, at tað ofta tá einki annað var til matna var eti tvøst fleiri ferðir um vikuna, í dag vita vit um fólk við sjúkuni ctd. sum hava ein rættuliga høgan aldur, og tí er spurningurin enn meiri áhugaverdur, eru tað einstakir føroyingar sum hava yvirliva sjúkuna ctd, bert við at eta tvøst og annað kjøt, sum inniheldur nógv carnitin.

 

Tað eru kanska fleiri í minnast fyrilesturin sum vit fyrireikaðu í miðlahúsinum tann, 14.08.2008. har Ulrika Steuerwald greiddi frá, har segði hon tey vælkendu orðini, Nú sigi eg nakað, sum eg ikki má siga. Hví mátti, Ulrika Steuerwald ikki tosa um tvøst? og hví var hon steðga í sínum granskingar-arbeiði í, 1995?.    

 

Fyri kortum kundu vit lesa áhugaverda grein við yvirskriftini. Nógv heilsufremjandi evni í tvøsti. Har staðfestir, ph.d. lektari í evnafrøði, at mong heilsugóð evni eru at finna í tvøsti, eisini carnitin. 

 

Tá nú hesin skilamaður kann ávísa, at tað ikki bert er kyksilvur í tvøsti, sum vit annars hava hoyrt um í nógv ár, menn at tvøst í roynd og veru inniheldur eitt hav av nógvum og góðum lívgevandi evni. So eiga vit at fegnast um tað, og ikki minst fegnast um, at tað verðuliga finnast persónar við áhuga og hegni, sum kunna geva okkum tað vitan íð vit hava brúk fyri.

 

Tað eru uttan iva brúktar milliónir til gransking av tvøsti, og tí tykist tað eitt sindur løgi, at einki jaligt skuldi koma burturúr hesi gransking, fyrr enn nú tá aðrar kreftir komu til. Tá ein samanber alla tað orku og tær milliónir í eru brúktar, og so hinvegin samanber tað við syrgiligu avgerðina íð var tikin, at tað ikki var peningur til eina gransking av deyðiligu sjúkuni, Carnitin Transporter Defekt - CTD. sum var funnin í Føroyum í 1995 - so er orsøk til at øtast.

Ein lítil partur av hesum milliónum vildi verið nokk til eina ctd. kanning. Og til, at allir Føroyingar fingu ókeypis carnitin.

 

Sum ein lítil samanbering kann nevnast, at danska Miljøstyrelsen hevur goldið tvær milliónir krónir, fyri eina diabetas 2. gransking av føroyingum millum 40. – 70. ár.  

 

 

Tað, at hendan sjúkan var hildin loynilig í so nógv ár var ikki bara meiningsleyst, tað hevur eisini havt sera álvarsamar avleiðingar fyri nógvar føroyskar familjur, íð hava mist teirra kæru, børn og ungdómar í besta blóma, hesi fingu ikki møðuleikan til sjálvi at velja.   

 

Hettar sigur kendur danskur yvirlækni, sum visti alt um hesa sjúku í 15.ár, tó at hann ikki kundi ella hevði rætt til, at blanda seg uppí, hvat tað føroyska Heilsuverkið gjørdi.

 

Tað er við sorgblíðni, at vit hugsa um tær familjur sum hava mist síni kæru av sjúkuni ctd, bert tí, at tað ikki var peningur tøkur til eina sera einfalda gransking.  

 

“Og vit kunna siga sum íslendski yvirlæknin, tað er ótrúligt, at ein kann yvirliva eina deyðiliga sjúku, við bara at eta náttúru heilivág”.  

 

Vit eiga minnini, menn sorgin vil altíð vera har.

 

John Jensen, Esbjerg.

 

www.johndk.dk