Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løkshøll nýggja biografútgerð

Nú verður møguligt at sýna fram filmar í Løkshøll. Høllin hevur fingið nýggja framkomna biografútgerð. Skíggin, sum fyri fyrstu ferð verður tikin í brúk týskvøldið 29. januar, er tann størsti í Føroyum.

Tíðindaskriv frá Løkshøll:

Fimm ár eru nú liðin síðan Løkshøll varð tikin í brúk. Hesa tíðina hevur høllin verið nýtt til nógv ymiskt tiltøk, so sum ráðstevnur, konsertir og aðrar framførslur. Nú hevur Løkshøll eisini fingið ein møguleika at vísa biograffilmar.

Ein nútímans vørpa og eitt risa lørift er keypt og nýggja tøknin ger, at sjálvt um myndin er frá lofti til gólv og frá veggi í vegg, er myndin sera klár og góð. Eisini er surround anlegg sett upp, so ljóðupplivilsið er av tí besta.

Fyrsta almenna filmssýningin verður ein stuðulssýning, sum ABC barnahjálp í Føroyum skipar fyri. ABC barnahjálp fer at vísa filmin Oyðimarkarblóma. Filmurin er bygdur á bestseljaran Desert Flower, sum er um kendu fotomodellina, Dirie Waris.

Filmurin hevur verið vístur fyrr og tá var útselt til tiltakið. Nú verður aftur møguleiki at síggja henda sera sterka og nógv umtalaða og vældámda filmin á størsta skíggja í Føroyum.

Meir fæst at vita um tiltakið og filmin á www.loksholl.fo. Her ber eisini til at keypa atgongumerki til sýningina.