Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lokið byrjunarskeið í føroyskum

Dan Klein --- 04.03.2018 - 09:07

Hesir næmingar hava í dag fingið váttan fyri at hava lokið byrjunarskeið í føroyskum fyri útlendingar (FFM1) á Tórshavnar Kvøldskúla. Skeiðið varð hildið frá januar 2018 til mars 2018, íalt 7 vikur ella uml. 140 tímar. Lærari hevur verið Bergljót av Skarði.

Skeiðið er eitt grundskeið, og endamálið er, at næmingarnir skulu læra at skilja einfalt talað føroyskt mál og gera seg forstáiligar á einfaldum føroyskum.

Dentur hevur verið lagdur á at skilja einfalt talað føroyskt mál og at taka lut í einfaldari samrøðu á føroyskum.

Tilfarið hevur verið bókin “Vælkomin”, sum hevur einfaldar tekstir og nógvar myndir, og mállærubókin hjá Onnu Mariu Reinert Jensen og Harry Davidsen hevur eisini verið nýtt. Eisini spøl hava verið nýtt, eitt nú bingo til at læra tøl.

5. mars 2018 byrjar nýtt framhaldsskeið í føroyskum fyri tilflytarar, sum varar 10 vikur. Skeiðið er ætlað teimum, sum hava tikið byrjunarskeiðið, ella hava tilsvarandi kunnleika. Lærari verður somuleiðis Bergljót av Skarði.