Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lokalfelagið eigur at stinga pípuna inn

Bæði Tjóðveldi og Framsókn úr løgtingssamgonguni, vóru við á Vaglinum, valkvøldið. Deyðsspiralin í Tinganesi er byrjað. Ber tað til at koma oman av fjallinum og blanda seg uppí býráðssamgonguna, ber eisini til at ganga niðan á fjallið, og seta politisk krøv eftir einum mandati frá veljarafjøldini, og ikki lata seg diktera av einum lokalfelag, sum onki hevur við løgtingsarbeiði at gera.

Dan Klein, journalistur, savnar saman og greinar støðuna:

Fyrstu ferð á netinum: 12.11.2016 - 12:42

Áhugavert, at landsstýrismaðurin, Poul Michelsen, helt seg ikki vita ta stóra um kreppuna á Vaglinum, sambært KvF,og segði hann seg sostatt ikki vilja blanda seg uppí, og vildi ikki gera nakað við hasa ósemjuna, sum hann ikki helt seg eiga part í.

Løgin umbering, tá keldur vilja vera við, at hann valkvøldið fylgdi við í høllini á Hálsi, og hevði tætt samband til partarnar undir samráðingunum um nýggja býráðssamgongu.

Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Tjóðveldi. Tað váttar eisini borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, sum sostatt ikki ætlar at bakka. Hann hevur líka góðan rætt at blanda løgtingsarbeiði uppí ósemjuna, sum landsstýris- og onnur tingfólk hjá Tjóðveldi hava at blanda hesi viðurskiftini saman.

Deyðsspiralurin er byrjaður
Mín áskoðan er, at tað allarbesta fyri land og fólk vil vera, at løgmaður útskrivar løgtingsval, ella fær sær nýggjar samstarvspartnarar. Tað er ein veruleiki, at samgongulimir hava brúkt býráðsvalið at stinga samstarvsfelagar í ryggin.

Hetta stingur sostatt nógv djúpari enn bæði Poul Michelsen, og Høgni Hoydal, tora at viðurkenna, skilst.

Sostatt tók hendan løgtingssamgongan fyrsta stig upp eftir deyðsspiralinum, og nú vendst ikki aftur. 

Samgongan á Vaglinum avrættar samgonguna í Tinganesi. 

Tað var tað, sum kom burturúr. Nú er nýggj telving byrjað.

Ber til at koma oman av fjallinum, ber eisini til at ganga niðan á fjallið
Formaðurin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, má bara gera sær greitt, at tá løgtings- og landsstýrisfólk ditta sær at koma omanav fjallinum, og saman við samhugaðum, leggja kabaluna fyri Havnar kommunu næstu fýra árini, so má eisini góðtakast, at onnur ganga niðan á fjallið, og gera sína persónligu ávirkan galdandi har.

Og minnist til, at fólkaræði hevur talað. Einhvør løgtings- og kommunalpolitikari, hevur ikki bara rætt til, men eisini skyldu til - umboðandi veljarafjøldina, at taka sína egnu avgerð.

Tað merkir ikki neyðtúrviliga, at viðurskiftini millum kommunalpolitikk og landspolitikk verða blandaði saman. Politikkur er at semjast, ella at finna útav, at ongin semja er at finna.

Lat okkum staðfesta, at er kemiin góð, er lættari at finna semjur. Tað er ikki bara galdandi í politikki. Hetta er galdandi í øllum lívsins viðurskiftum.

Lokalfelagið eigur at stinga pípuna inn
Eitt lokalfelag kann ikki, sum KvF dyrgir eftir, tvinga nakran býráðslim, at hava eina ávísa støðu til nakað sum helst. Tað er fult og heilt upp til tann fólkavalda, eins og tað eisini var hjá teimum, sum valdu, at seta borgarstjóran í Havn uttanfyri alla ávirkan.

Soleiðis virkar fólkaræðið eisini. 

At vera góðtrúgvin í politikki, hevur sjáldan borið nakað gott við sær. Tað átti forkvinnan í lokala javnaðarfelagnum í Havn, at hava upplivað, áðrenn hon letur seg tveita runt í manesjuni av KvF, sum ikki heldur er bangi fyri at svíkja hugsjónarliga støði, sum allur óheftur og sakligur journalistikkur eigur og skal byggja á.

Lokalfelagið eigur at stinga pípuna inn.