Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

LOKALBEDØVILSI

John William Joensen man óivað vera mest lokalbedøvaði viðmerkjari í landinum. Í áravís hevur hann fantaserað um eitt andstyggiligt sentralstýri í Havn, sum kraddar innundir seg, stjelur frá útjaðaranum, er ímóti at skúlar verða bygdir um landið, og ja, snøgt sagt ikki ynskir útjaðaranum nakra menning ella nakað gott yvirhøvur.

Nýggjasta fantasifostrið er, at tá nýggju undirsjóvartunlarnir eru komnir, "so dettur grundarlagið undan sentralismuni", tí tá flyta øll og alt úr Havnini. Býbussar fara at koyra úr Klaksvík til Havnar og havnarfólk fara at flyta inn í Eysturoynna, tí har er bíligt byggilendi.

Tað er ilt at gita, hvørjum veruleika JWJ livir í. Hann ferðast í eini sjálvskaptari dreymasjón, sum at kalla onki hevur við dagsins ella framtíðar veruleika at gera. Argumentini byggja í høvuðsheitum á fantasi og fordómar og endurtikið roks. Og helst nyttar onki enn einaferð at vísa pástandunum aftur.

Aftur og fram líka langt

JWJ sigur, at við komandi íløgunum í undirstøðukervið verður bert hálvur tími at koyra millum Havnina og Klaksvík. Hetta gleði eg meg eisini til, men burturúr hesum fakta kemur hann til ta niðurstøðu, at tí verður eins rationelt at byggja almennar stovnar, skúlar og heilsuverk í Klaksvík sum í Havn.

Men góði JWJ, tað samfelagsliga rationella hevur nú eisini við dygd og tænastu at gera, og tað í sjálvum sær gevur ikki tørv á fleiri skúlum og útbygdum heilsuverki í Klaksvík. Og aftur og fram er líka langt.

Tvørturímóti er tað so, at fortreytin fyri bæði skúlum og stovnum, gransking og hægri útbúgving er faklig konsentrasjón, dygd, tænasta og menning – ikki at spjaða og gera alt óneyðugt dýrari og tannleyst, men at savna styrkirnar og fyrimunirnar. Vit mugu til eina og hvørja tíð taka atlit til, hvar tað er mest optimalt at røkja hesar uppgávur, hvar kompetansan er størst, hvar umstøðurnar eru best hóskandi og hvar plaseringin tænir flest brúkarum.

Eisini pástendur JWJ, at fólk fara at seta seg niður í Eysturoynni orsakað av "bíligum byggilendi". Ivaleyst fara nøkur tað, men her er nakað galið við roknistykkinum, tí um kommunal grundstykki eru bíligari í Eysturoynni, so er Havnin offur fyri ójavnari kapping.

Vit hava havt grundaðan varhuga av, at kommunala eftirlitið er strangari í eftirlitinum av Havnini enn bygdunum, sum púra opið at kalla geva burtur grundstykki til at lokka borgarar til kommununa. Ofta hoyra vit frá landsstýrisfólkum, tá tey hava tørv á byggilendi í Havn til stovnar, hví Tórshavnar kommuna ikki bara kann lata landinum grundstykki ókeypis, og leggja so aftrat, at tey hava fleiri tilboð av bygd um ókeypis grundøki.

Svarið vit geva er, at tað er ikki lógligt – í Havn, tó at lógin er galdandi fyri alt landið.

Havnin skal vaksa fyri at útjaðarin kann vaksa!

Tað er hugstoytt, men sera sigandi fyri tann einsporaða hugburð, ið JWJ altíð borðreiðir við, at fyri alt í verðini skal landsins høvuðsstaður minka, tæðast sundur og tileinkigerast. Eg skal ikki noyða JWJ at dáma høvuðsstaðin. Hetta, at JWJ støðugt kennir trongd til at mana fram fíggindamyndir av Havnini til at tekkjast lokalum nalvaskoðarum, tað ber bara ongan veg.

Væl veit JWJ, at í fleiri áratíggju hava løgting og landsstýri oyst milliardaíløgur kring landið og kalla tað neyðugt fyri bygdamenningina, økismenningina ella útjaðaramenningina, hvørt áratíggju hevur sítt heitið fyri fenomenið.

Men eingin politikkari á løgtingi ella í landsstýri hevur enn torað at víst á tørvin á politikki um at menna høvuðsstaðin. Í flestu framkomnum londum verður nevniliga dentur lagdur á at hava ein sterkan og atdráttarmiklan høvuðsstað – júst tí, at ein sterkur høvuðsstaður skapar munandi betri fortreytir fyri vøkstri í øllum landinum.

Hetta verður gjørt við langtíðar strategiskum ætlanum og íløgum, har land, kommuna, vitanarvinna og hægri útbúgving ganga hond í hond. Men hetta er tíverri ein fullkomiliga óhugsandi tanki í Føroyum, tó at øllum er greitt, at hetta er einasti vegurin.

Tórshavnar kommuna ger tó sín innsats, tað hava vit skyldu til vegna Havnina og vegna landið alt. Og góði JWJ, í øllum hesum er tað er ikki útjaðaranum, ið Havnin stríðist ímóti, men tað er líka so nógv útjaðaranum, Havnin stríðist fyri.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri