Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtingsvalið 1. september

1. september høvdu vit løgtingsval.

Tingmannatalið er 33, og flokkarnir eru 7.

Tveir av flokkunum, Miðflokkurin og Framsókn, fingu óbroytt tingmannatal, tvey umboð hvør, Av hinum fimm fóru tríggir fram, Javnaðarflokkurin við tveimum sessum til átta, Tjóðveldi við einum fram til sjey, og Nýtt Sjálvstýri somuleiðis við einum til tvey. Tveir flokkar fóru aftur við tveimum umboðum hvør. Sambandsflokkurin minkaði frá 8 til seks, og sama lagna var Fólkaflokkinum fyri.

Nú skal tingið koma saman at velja løgmann, sum síðan velur sínar landssstýrismenn. Neyðugt er við samgongu millum fleiri flokkar fyri at fáa meiriluta.

Hetta er tó ikki sum at siga tað.

Í tinginum eru tveir vinstrahallir flokkar, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Teir høvdu báðir framgongd á valinum, men hava tó bert 15 av 33 tingmonnum.

Í tinginum ræður meirilutin, og teir høgrahallu flokkarnir hava 18 tingmenn og teir kunnu ráða um teir tíma.

Hin andsøgnin í føroyskum politikki er millum teir sjálvstýrishallu og teir ES-hallu. Á hesum vali fingu teir ES-hallu óbroytta umboðan, 14 av 33. Sambandsflokkurin misti tveir til Javnaðarflokkin, sum vann hesar tingmenn uppá at vera enn betri ES-flokkur enn Sambandsflokkurin. Tað er tí framvegis ein meiriluti av sjálvstýrishallum umboðum í tinginum, 19 tingmenn.

Nú hevur formaður Javnaðarfloksins fingið tann setning at kanna um hann kann fáa eina meirilutasamgongu í lag. Hetta vil siga, at tann flokkur, sum hevur vunnið valið upp á at vera tann mest ES-halli, skal stýri einum løgtingi við einum stórum sjálvstýrishallum meiriluta. Samstundis skal hann sum vinstrahallur flokkur stýra einum løgtingi við einum høgrahallum meiriluta.

Sjálvandi ber hetta til, men eyðsæð er, at her er neyðugt at lora nógv. Fyri at stýra verður neyðugt hjá Javnaðarflokkinum at laga seg til tann politiska veruleika, sum er á tingi og reka ein politikk, sum bæði hóvar tí høgrameiriluta og tí sjálvstýrismeiriluta, sum har er. Javnaðarflokkurin noyðist at sleppa sínum vinstrahallu vallyftum fyri at fáa og varðveita valdið.

Ikki kann útilokast, at flokkurin megnar tað, tí formaðurin vísti eitt nú tá hann avtók sjúkrakassarnar, sum í sínum uppruna vóru hjartabarnið hjá arbeiðararørsluni, at hann kundi sleppa vinstrapolitikki upp á fjall tá tað hóvaði honum. Tað kann heldur ikki útilokast, at hann eisini kann koma heilskapaður burtur úr at reka sjálvstýrispolitikk um so er at hann harvið kann fáa og varðveita valdið.

Eftir stendur at síggja hvat ið nú hendir, og enn er alt á bráðpannuni.

Zakarias Wang