Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtingsins vilji um at at avtaka mótrokningina millum hjú, má sum skjótast verður settur í verk

Føroya Løgting:

Viðv. Uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Mótrokning avtikin millum fólkapensjónistar giftir við ikki pensjónisti), dagfest 10. desember 2012, Mál nr: 12/00838-1 hjá Almannamálaráðnum.

Tann 10. desember 2012 fekk Landsfelag Pensjónista frá Almannamálaráðnum nevnda uppskot til kunningar.

Uppskotið undrar okkum almikið, tí mótrokning millum allar giftar fólkapensjónistar varð longu avtikin við ll. nr. 142 frá 6. oktober 2011, sum eitt samt løgting tá tók undir við. Gildiskoman varð tó eftir løgtingsvalið í 2011 útsett til 1.januar 2013, hetta fyri at geva landsfyrisitingini høvi at viðgera lógartekniskar trupulleikar, skiltist tá.

Heldur enn at fylgja løgtingsins vilja í hesum máli hevur Almannamálaráðið tann 25.septenber 2012 sent løgtinginum uppskot um heilt at avtaka ll.nr 142/2011. Tað uppskotið hevur ikki verið sent okkum, hvørki til kunningar ella til hoyringar.

Sum hoyringspartur í eldramálum skal landsfelagið átala, at vit ikki fáa slík mál til hoyringar, sum hava alstoran týdning fyri allar giftar pensjónistar.

Uppskot Almannamálaráðsins frá 10.desember 2012, sum ger skilnað millum pensjónistar eftir aldri á teirra hjúnarfelaga, er djúpt diskriminerandi og órættvíst mótvegis øllum pensjónistum, serstakliga teimum yvir 67 ár, sum ikki kunnu klára sínar skyldur uttan at hava lønað arbeiði aftur at fólkapensjónini.

Stundir hava ikki verið til veruliga viðgerð av hesum máli, og vit fara tí einans at biðja løgtingið umhugsa, hvussu almenningurin man fara at fata tað, um løgtingið, nú einki val stendur fyri durum, samtykkir at avtaka ta lóg, sum einmælt varð samtykt beint upp undir løgtingsvalið 2011.

Tað hevur alstóran týdning, at løgtingsins vilji: at avtaka mótrokningina millum hjún, sum skjótast verður settur í verk, sum lovað varð, tí nógvir fólkapensjónistar líða undir, at teir verða fíggjarliga revsaðir, tá hjúnarfelagin framvegis noyðist at arbeiða, uttan mun til um hann er yvir ella undir 67 ár. Í staðin fyri at venda aftur til gomlu lógina og pjøssa eitt sindur upp á hana, eiga teknisku trupulleikarnir, sum gjørdu, at ll.nr. 142/2011 ikki beinan vegin varð sett í gildi, at verða viðgjørdir nágreiniliga og rættaðir.

Við heilsan

Arne Thorsteinsson, formaður