Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtingsins Umboðsmaður: Almenna fyrisitingin er ov afturlatin

OPINLEIKI: Almenna fyrisitingin í Føroyum er munandi meira afturlatin enn fyrisitingarnar í grannalondunum. Meðan onnur lond stremba eftir at fáa størri gjøgnumskygni og opinleika í almennu fyrisitingini, royna føroyskir myndugleikar at skerja møguleikarnar hjá almenninginum at fylgja við tí, ið fyrisitingin ger

Skrivað: Dagmar Joensen-Næs, journalistur

Í Danmark hevur Løgmálaráðið sett eina nevnd at kanna, hvussu fólk, ið alment vísa á skeivleikar á teirra arbeiðsplássi, kunnu verjast móti avleiðingum. Í Svøríki verða almennir arbeiðsgevarar revsaðir, um tað fær avleiðingar fyri starvsmøguleikarnar hjá starvsfólkum, at tey hava úttalað seg alment um teirra arbeiðsøki.

Men í Føroyum hava politikarar hug at skerja møguleikarnar hjá almenninginum at fáa innlit í arbeiðið hjá fyrisitingini, og landsstýrið hevur lagt eitt lógaruppskot fyri tingið, ið tekur burtur rættin hjá fólki, ið søkja tænastumannastørv, til at fáa at vita, hvørjir hinir umsøkjararnir eru.

Løgtingsins Umboðsmaður, Sólja í Ólavstovu, harmast um, at politiska skipanin í Føroyum tykist at vilja toga føroyska samfelagið øvugtan veg enn grannalondini. - Aðrastaðni leggja tey stóran dent á opinleika og gjøgnumskygni sum ein part av fólkaræðinum. Í Føroyum fara vit øvugtan veg og tosa um at skerja møguleikarnar hjá almenninginum at fáa innlit í arbeiðið hjá fyrisitingini. Tað átti at verið óhoyrt í 2014, sigur hon.

So lítið og so seint sum møguligt

Løgtingsins Umboðsmaður fær hópin av kærum frá fjølmiðlum og øðrum, sum hava trupult við at fáa innlit í mál, ið verða viðgjørd í almennu fyrisitingini.

- Vit hava víst á ferð eftir ferð, at sambært lógini skal innlit gevast so skjótt sum gjørligt og ikki 10 dagar eftir umbønina, sum er evsta mark í lógini fyri, nær umsøkjarin skal hava svar. Eisini kann myndugleikin geva meira innlit enn tað, ið lógin krevur. Men nógvu kærurnar frá fjølmiðlunum benda á, at hugburðurin í fyrisitingini er, at almenningurin skal hava so lítið innlit sum gjørligt so seint sum gjørligt, sigur Sólja í Ólavsstovu.

Nógv almenn starvsfólk aftra seg eisini við at úttala seg alment um tað, tey arbeiða við. Tey vísa sum oftast til leiðsluna á stovninum, um tey verða spurd um mannagongdir og onnur faktuel viðurskifti.

- Fólk eru øgiliga bangin fyri at úttala seg alment. Tey óttast fyri, at tað fær avleiðingar fyri teirra starvsmøguleikar, um tey úttala seg alment, og tað kann tað eisini lætt fáa.

- Stovnsleiðarin kann uppfata tað sum illoyalt, og tað kann skapa øsing á arbeiðsplássinum og samstarvstrupulleikar, um starvsfólk úttala seg um viðurskifti, ið kunnu seta arbeiðsplássið í keðiligt ljós.

- Tað kann fáa avleiðingar fyri teirra arbeiðsumstøður, og tað kann vera ógvuliga torført at prógva, at eitt starvsfólk fær minni áhugaverdar arbeiðsuppgávur ella ikki verður framflutt til hægri starv, tí tað hevur úttalað seg alment, sigur Sólja í Ólavsstovu.

Men almenn starvsfólk hava eins og øll onnur ein grundlógartryggjaðan rætt til at tosa um tað, ið tey arbeiða við, og siga sína hugsan, eisini um mál, ið hava samband við teirra arbeiði. Tey skulu bara ikki úttala seg vegna stovnin, men kunnu gera tað sum privatpersónar.

- Fleiri vita helst ikki, at tey hava rætt til at úttala seg um teirra arbeiðsøki. Og óivað eru fleiri leiðarar heldur ikki greiðir yvir, at starvsfólkini hava rætt til at siga sína hugsan og úttala seg um faktuel viðurskifti á arbeiðsplássinum, sigur Sólja í Ólavsstovu.

Nøkur starvsfólk eru tó meira enn onnur bundin av eini loyalitetsskyldu móti teirra arbeiðsgevarara, ið kann avmarka, hvat tey kunnu siga sína hugsan um.

- Tey, ið eru nærmast við avgerðirnar, mugu vera meira varin enn onnur, tí tey verða mett sum ímyndin av myndugleikanum og kunnu ikki bara siga, at tey úttala seg sum privatpersónar. Tey, ið arbeiða niðri á gólvinum, hava eitt munandi størri talufrælsi. Og tey hava ofta eina stóra fakliga vitan um til dømis, hvørjar avleiðingarnar eru av sparingum. Um tey vita, at tey gomlu á einum ellisheimi bert sleppa í bað eina ferð um vikuna, tí eingir pengar eru, so hava tey bæði rætt og skyldu til at upplýsa um tað, sigur Sólja í Ólavsstovu.

Fyrisitingin er ov ung

Fleiri almenn starvsfólk hava einki ímóti at leka søgur frá teirra arbeiðsøki, um tey sleppa undan at leggja navn til.

- Tað er eingin ivi um, at tað er eitt brot á tað álitið, ið leiðslan eigur at kunna hava á sínum starvsfólkum, um tey leka upplýsingar til fjølmiðlarnar. Starvsfólk, ið vita um, at okkurt ólógligt er farið fram, eiga altíð fyrst at siga tað fyri sínum nærmasta leiðara. Ger hann einki við málið, eiga tey at gera vart við tað longur uppi í skipanini. Men um framvegis einki hendir, so haldi eg, tað er í lagi, at tey fara út og siga tað alment, sigur Sólja í Ólavsstovu.

Í Svøríki halda tey, at innlit og opinleiki telur meira enn loyalitetsskyldan móti arbeiðsgevaranum. Har kunnu stovnsleiðarar revsast, um teir royna at finna fram til, hvør hevur likið upplýsingar til fjølmiðlarnar. Men eina tílíka lóg eru vit ikki búgvin til í Føroyum, heldur Sólja í Ólavsstovu.

- Fyrisiting í Føroyum er ung, og vit mugu fáa eina hugburðsbroyting, so hon fer at virka fyri størri opinleika í staðin fyri at royna at avmarka innlitið hjá almenninginum, áðrenn vit kunnu fara at hugsa um at seta nýggjar skipanir í verk.

- At koma við einum uppskoti um at avmarka innlitið hevði ikki verið væl móttikið í okkara grannalondum. Tað vísir, at okkara fyrisiting ikki er búgvin til nýggj tiltøk, ið skulu gera hana meira opna, sigur Sólja í Ólavsstovu.

Hon heldur heldur ikki, at tað í øllum førum er rætt at verja almenn starvsfólk, ið leka upplýsingar til fjølmiðlar.

- Um tað eru sannir upplýsingar, ið tey leka, so kann tað vera í lagi. Men ofta er tað ein subjektiv fatan hjá fólki, ið liggur aftanfyri, og tey kunnu eisini hava onnur motivir, til dømis at tey hava okkurt at hevna. Í tílíkum førum er ikki rætt at verja tann, ið lekur, sigur hon.

Í Íslandi verður arbeitt við at broyta umboðsmannalógina, soleiðis at almenn starvsfólk kunnu venda sær til Umboðsmannin, um tey hava vitan um óreglusemi á arbeiðsplássinum. Umboðsmaðurin kannar síðani, um nakað er í málinum, og er einki í tí, verður ikki farið víðari við tí.

- Eina tílíka skipan kundu vit umhugsað at havt í Føroyum. Umboðsmaðurin hevur tagnarskyldu og kann verja starvsfólk, ið vendir sær til Umboðsmannin við upplýsingum um, at onkur hevur gjørt okkurt ólógligt. Samstundis ber til at tryggja, at fólk ikki verða hongd út alment uttan, at ákærurnar eru sannar, sigur Sólja í Ólavstovu.

Hendan greinin er partur av størri greinarøð um evnið Whistleblowers, sum verður at lesa í komandi Starvsblaði, sum er limablað Starvsmannafelagsins.