Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtings - og landsstýriskvinnurnar stuðla stríðnum móti bróstkrabba

Løgtings- og landsstýriskvinnurnar fara allan oktobur at bera smúkkur við ljósareyðu sloyfuni, sum kring allan heim er vorðin symbolið uppá stríðið ímóti bróstkrabba, sigur Krabbameinsfelagið.

Løgtings- og landsstýriskvinnurnar fara allan oktobur at bera smúkkur við ljósareyðu sloyfuni, sum kring allan heim er vorðin symbolið uppá stríðið ímóti bróstkrabba.

Á henda hátt vilja kvinnuligu landspolitikararnir gera sítt til at stuðla søluni av smúkkum sum Bót til Bata og Krabbameinsfelagið selja, fyri at savna pening til gansking í bróstkrabba. Smúkkurnar eru armbond og hálsbond, sum Mikkalina Glas hevur sniðgivið. Tær eru hondgjørdar, so eingin er heilt eins.

Á sama hátt sum hvør kvinna, ið fær staðfest krabbamein, er egin, og hevur sína egnu søgu. Smúkkurnar vera at fáa til keyps millum annað til bindiklubbakvøld í SMS 5. oktobur og á Torginum í SMS fríggjadagin 7. oktober, á apotekunum og ymsum sølubúðum kring landið.