Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtingið upp í leikin um diabetesverkætlan

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 53) um tilboð frá Novo Nordisk Grunninum um diabetessamstarv og diabetesmiðstøð í Føroyum. Svarast skal í seinasta lagi 14 yrkadagar eftir, at fyrispurningurin er góðkendur í Løgtinginum - og síðan svarast og umrøðast í Løgtinginum

Kann landsstýriskvinnan greiða nærri frá:
1.    Nær í 2019 fer Heilsu- og innlendismálaráðið undir ítøkiliga at fyrireika eitt samstarv millum føroyska heilsuverkið og Novo Nordisk Grunnin um diabetesviðgerðir og bygging av einari diabetesmiðstøð í Føroyum?

2.    Hevur Heilsu- og innlendismálaráðið lagt eina arbeiðs- og tíðarætlan, sum m.a. vísir, hvat skal kannast og lýsast, hvør loysn arbeiðast skal við og til hvørjar tíðarfreistir? 

3.    Hvussu ætlar Heilsu- og innlendismálaráðið at fyriskipa fyrireikingarnar, herundir involvering av t.d. politisku skipanini, fakfólkum, áhugabólkum og øðrum viðkomandi pørtum?

4.    Eru mannagongdir, reglur ella ein politikkur í Heilsu- og innlendismálaráðnum ella í landsstýrinum fyri, hvussu stuðul frá privatum áhugafelagsskapum ella vinnuligum feløgum til serlig átøk ella almentgagnlig endamál, skulu viðgerast ella handfarast?

Viðmerkingar
Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur svarað undirritaða 13. desember 2018 í einum skrivligum fyrispurningi (løgtingsmál nr. 41/2018), um eitt tilboð frá danska Novo Nordisk Grunninum, sum bjóðar sær til at samstarva við føroyska heilsuverkið og at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum. 

Í spurningi 2. varð spurt: “Hvørjar ítøkligar grundgevingar brúkar Heilsu- og innlendismálaráðið fyri ikki at taka av tilboðnum at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum?” 

Svar frá Sirðið Stenberg: “Sum eg havi greitt frá í svarinum til spurning nr. 1 snúði fyrispurningurin frá Novo Nordisk Fonden og fundurin okkara millum seg ikki um at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Men, sum víst verður á í svarinum til spurning nr. 1, var talan um ein kunnandi fund um eitt møguligt komandi samstarv partanna millum.”

Undirritaði hevur síðan fingið innlit í øll inn- og útgangandi skjøl í hesum málinum frá Heilsu- og innlendismálaráðnum, dagfest 14. desember 2018. Innihaldið í nøkrum av hesum skjølum samsvarar als ikki við svarið frá Sirið Stenberg til sp. 2 og er beint í andsøgn við innihaldið í tpostsamskiftinum millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Novo Nordisk Grunnin, hetta áðrenn summarfrítíðina 2018.

Tvørturímóti verður nevnt fylgjandi í einum tpost frá Novo Nordisk Grunninum til Heilsu- og innlendismálaráðið, dagfest 20. apríl 2018: ”Hermed som aftalt yderligere information om Steno Diabetes Centrene som er ved at blive opbygget i Danmark med støtte fra Novo Nordisk Fonden. Fondens plan er at afsøge interesse og muligheder for at støtte et lignende projekt på Færøerne.” 

Í tilfarinum frá Novo Nordisk Grunninum er onki at ivast í, at teirra ambitiónir eru at byggja eina diabetesmiðstøð, sum skal stuðla undir tætt samstarv og ikki minst fyri at tryggja bestu viðgerðina á staðnum, her í Føroyum. Ætlanirnar og ambitiónirnar eru ikki til at taka feil av - skal eitt samstarv virka optimalt, so er best við einari diabetesmiðstøð í Føroyum. Víst verður eisini leypandi til ætlanirnar um stovnan av 5 diabetesmiðstøðum í Danmark.

Novo Nordisk Grunnurin er partur av einari danskari altjóða fyritøku, sum er í fremstu røð innan gransking og menning av diabetesviðgerð, heilivági til diabetes o.a. Tí eigur eitt slíkt mál undir ongum umstøðum at gerast ein partapolitisk kastibløka, har taparar verða øll tey mongu, sum kundu fingi bestu diabetesviðgerðirnar, hægri lívsgóðsku og eitt longri lív. 

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at í løtuni virkar landsstýriskvinnan rættuliga hálvhjarta í hesum málinum og hevur ikki svarað mær nøktandi og rætt. Eisini hevur hon umvegis aðalstjóran í Heilsu- og innlendismálaráðnum beinleiðis steðgað verkætlanini, sambært skriv til Novo Nordisk Grunnin 23. november 2018: “På baggrund af disse drøftelser skal jeg hermed meddele, at Heilsu- og innlendsismálaráðið ikke på nuværende tidspunkt vil arbejde videre med forslaget om at indgå i et samarbejde med Novo Nordisk Fonden indenfor diabetesbehandling.”

Hetta er eitt greitt tekin um, at landsstýriskvinnan í Heilsu- og innlendismálum ikki arbeiðir við málinum og tekur tað ikki í álvara, hóast talan er um eitt mál, sum kundi fingi sera stóran týdning fyri føroyska heilsuverkið og allar teir føroyingar, sum stríðast við diabetessjúku ella eru í vanda fyri at fáa diabetes. Tí verður hesin fyrispurningur settur. 

Sambandsflokkurin