Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtingið samtykti einmælt hjálparpakkan hjá landsstýrinum mikudagin.

Hjálparpakkin verður settur í verk afturvirkandi, tað vil siga, at gildiskoman er hósdagurin 12. mars, t.e. frá tí, at løgmaður á tíðindafundi boðaði frá herdum tiltøkum fyri at basa nýggju coronasmittuni.

Tiltøkini, sum verða framd fyri at tálma coronasmittuni her og úti í heimi, hava við sær, at fleiri fáa minni at gera.

Í Føroyum fer tað m.a. at hava við sær, at færri ferðafólk koma til Føroya í summar, og tað fer at raka ferðavinnuna meint. Virksemið í samfelagnum verður eisini merkt av, at vit skulu vera meira heima og minni úti. Eisini verða Føroyar ávirkaðar av búskapargongdini úti í heimi, og eftirspurningurin eftir føroyskum vørum fer at minka.

Landsstýrið fer við hjálparpakkanum at hjálpa fólki og fyritøkum og gera tað lættari hjá privatum arbeiðsgevarum at tillaga virksemið til minkaða eftirspurningin.

Í hjálparpakkanum eru fýra ítøkilig átøk, sum hjálpa sjálvstøðugum vinnurekandi, starvsfólki, sum eru sett niður í tíð, og teimum arbeiðsgevarum, sum rinda løn undir sjúku. Somuleiðis verður gjaldførið hjá fyritøkum styrkt.

Sjálvstøðug vinnurekandi
Stuðul verður veittur øllum sjálvstøðugum vinnurekandi, ið ikki fáa rikið sítt virksemi í sama mun sum fyrr. Treytin er, at viðkomandi er millum 16 og 67 ár og hevur bústað í Føroyum, og hevur teknað sjálvbodna trygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Fólk, sum tekna trygging, hava eisini rætt til útgjald frá tí degi, tey tekna tryggingina.

Stuðulin er í mesta lagi 20.000 kr. Tað vil siga, at verður virksemið skert 100%, verður stuðulin um 20.000 kr. um mánaðin. Verður virksemið skert 25%, verður stuðulin um 5.000 kr. um mánaðin.

Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um umsókn, hvørjar upplýsingar ALS skal hava, útgjaldstíðarskeið, freistir o.a.

Starvsfólk, sum fara niður í tíð
Starvsfólk, ið eru sett heilt ella lutvíst niður í tíð av arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, tí virksemið er minkað, kunnu fáa útgjald úr ALS.

Lønarískoytið er í mesta lagi 20.000 kr. Verður arbeiðið skert 100%, verður lønarískoytið um 20.000 kr. um mánaðin. Verður arbeiðið skert 25%, verður lønarískoytið um 5.000 kr. um mánaðin.

Rætt til løn undir sjúku
Dagpengalógin verður víðkað til eisini at fevna um løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, ið eru sett í sóttarhald, ella tilmæld av heilsumyndugleikunum at fara í sóttarhald. Rindað verður ikki fyri starvsfólk, ið kunnu arbeiða heimanífrá.

Ein afturrindanarskipan er eisini gjørd fyri privatar arbeiðsgevarar, sum gjalda løn undir sjúku. Tað vil siga, at arbeiðsgevarar fáa afturgoldið hesa lønarútreiðsluna, tó í mesta lagi við upphæddini, ið svarar til sjúkradagpening. Treytin er, at løntakari hevur fastan bústað og er fult skattskyldug í Føroyum.

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki hava teknað trygging sambært dagpengalógini, kunnu fáa dagpening dagin eftir, at tey tekna trygging sambært dagpengalógini. Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki hava teknað trygging sambært dagpengalógini, hava rætt til dagpening dagin eftir, at tey tekna trygging sambært dagpengalógini.

Somuleiðis rindar landskassin fyri 1. og 2. fráverudag hjá teimum, sum eru fevnd av verandi reglum í sjúkradagpeningalógini. Arbeiðsgevarar rinda annars altíð fyri 1. og 2. fráverudag í sambandi við sjúku, men við hjálparpakkanum verður tað soleiðis, at landskassin rindar frá fyrsta fráverudegi í sambandi við coronasjúkuna.

Styrkja gjaldførið hjá fyritøkum

Fyri at styrkja gjaldførið hjá fyritøkum, verður innlating og rindan av MVG fyri 1. ársfjórðing útsett til 15. november 2020. Gjaldførið hjá vinnuni verður við hesum styrkt við 400 mió. kr. komandi mánaðirnar.