Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrrapartin hósdagin, var Løgtingið boðið til kunningarfund á Havstovuni. Kunnað varð um fiskastovnarnar undir Føroyum, hvussu teir eru fyri, og hvussu útlitini fyri teimum eru. Eisini varð greitt frá tilmælinum: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=597&Itemid=336 , sum varð latið fyri viku síðani. Framløgan um tilmælið sæst her: http://www.hav.fo/PDF/Fyrilestrar/Tilmaeli_2016_Framloga_fyri_logtingslimum.pdf

Seinnapartin vóru umboð fyri Nationalbankan og Ríkisumboðið á vitjan. Teir vórðu eisini kunnaðir um støðuna hjá og útlitini fyri botn- og uppsjóvarstovnar av týdningi fyri Føroyar.

Á báðum fundunum greiddu granskarar á Havstovuni frá, og áhoyrararnir fingu høvi at seta spurningar.