Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtingið í dag: Frí fantasi og ongin fígging

Í Løgtinginum standa vaksin fólk í ramasta álvara og vilja kuta stóran part av almennu inntøkunum burtur - samstundis sum landskassaskuldin táttar í seks milliardir, og undirskotið á fíggjarlógini økir skuldina við hundraðtals milliónum ár undan ári

Ein glantrileikur skal framførast í Løgtinginum í dag.

Hetta verður, tá ið Ríkisveitingini fyri komandi trý árini skal til 2. viðgerð.

Kropp á kroppi fara vit at síggja tey uppi á røðarapallinum við gamla boðskapinum um, at "fremmandu pengarnir" mugu fáast av landinum.

Ríkisveitingin er framvegis Dýrið í Opinberingini.

Hvar vilja tey skerja?

Kravið um at skerja Ríkisveitingina, hevur onga fígging.

Garparnir tveita um seg við útreiðslum men vísa ongantíð á, hvar pengarnir skulu koma frá.

Ríkisveitingin skal bara burtur!

Javel - men hvar skulu tær 634,5 milliónir krónurnar annars koma frá?

Skulu hægri skattir og avgjøld leggjast á persónar og vinnu? Skal sjúkrahúsverkið skerjast? Røktarheim? Skarva av fólkapensjónini? Avtaka lestrarstudning? Strika barnsburðargrunnin? Stongja Fróðskaparsetrið?

Ella hvat?

Ongin - heldur ikki journalistarnir - fáast at spyrja hetjurnar eftir fígging ella sparingum.

Alt er púra gratis.

Føroyar skulu loysa!

Javel - men hvussu skulu aðrar uml. 500 milliónir krónur úr Ríkinum útvegast - umframt sjálva Ríkisveitingina á yvir 600 milliónir krónur?

Nevndu uml. 500 milliónir er tað, sum við Ríkisfelagsskapinum kemur inn í okkara búskap og fíggjarligu ringrás við rakstri av ríkisstovnum, lønum o.ø.

Ófinansierað frá A til Z

Yvirtøkur skulu fremjast bæði áðrenn loysingina og við henni!

Javel - og føroyingar skulu gjalda fyri mistu rættindini og fyrimunirnar.

• Verandi ríkisborgaraskapur og øll tilhoyrandi rættindi hvørva.

• Onki ES-pass.

• Fría atgongdin til ES-arbeiðsmarknaðin verður strikað.

• Ongir bankapakkar

• Ongin innskjótaratrygd.

• Veikt ella ikki-eksisterandi fíggjareftirlit.

• Lægri rating og uppaftur dýrari rentu og lán.

• Egið føroyskt gjaldoyra? Ella innføra íslendsku krónuna?

• Gjalda øðrum fyri verju av okkara landi, sjógvi og loftrúmi?

• Egna sjóverju? Sjálvt um pengar ikki eru til olju til Brimil og Tjaldrið?

• Sendistovur skulu stovnast víða hvar.

• Gyltar diplomatlønir, ferðir kring allan knøttin, diplomatiskar lummapengar og skattafrælsi.

• Egna rættarskipan við býrættum, landsrætti og hægstarætti? Og við tilhoyrandi gegnistrupulleikum og lógum, ið verða dagførdar tvær ferðir um øldina?

• Allur lesnaður uttanlands - skúli, lestrarstudningur og lestrarlán - skal fíggjast.

Og so víðari.

Alt skal rykkjast upp við rót - men onki skal fíggjast. Ófinansierað frá A til Z.

Soleiðis er fullveldispolitikkur. Frí fantasi uttan fíggjarligt ella búskaparligt fótafesti.** Álvaratos tit, nú mugu tit taka tykkum saman.

Vónandi hoppa føroyingar ikki uppá slíkt.

Hitt búskaparliga óførið

Samstundis, sum fólkavald vilja tveita meira enn eina milliard krónur út gjøgnum vindeygað - tað svarar til meira enn ein fimtapart av øllum inntøkum landskassans - so er fíggjarliga støðan í landinum syndarlig.

Hygg at køldum fakta.

Føroyska bruttoskuldin táttar nú í seks milliardir krónur.

Enn eru Føroyar ikki farnar undir at afturgjalda skuld, og tá tann dagurin kemur, fer at sansa at.

Siga vit, at skuldin skal gjaldast aftur yvir t.d. 20 ár, so eru avdráttirnir 300 milliónir krónur um árið.

Rentan er metlág og kann bert fara uppeftir. Fer hon upp á t.d. 5% í miðal, so skulu aðrar uml. 300 milliónir krónur aftrat gjaldast í rentum.

Samanlagt skulu sostat - hvørt ár - finnast 300 milliónir krónur bara fyri at dekka undirskotið hjá landskassanum. Umframt tær uml. 600 miliónir krónurnar úm árið í 20 ár fyri at gjalda skuldina aftur.

Altso: 900 milliónir krónur PLUSS 1,1 milliard krónur, ið er tað, sum Ríkisfelagsskapurin samlað tilførir Føroyum.

Tilsamans 2 milliardir krónur - um árið!

Hetta er veruligi kostnaðurin av glantrileikinum, sum Løgtingið skal leggja navn til í morgin.

Bløðingin má steðgast

Hvør skal gjalda ætlaða fullveldisgildið?

Ja, rokningin kann bert sendast føroyingum - burtursæð frá teimum, sum pakka kuffertið og rýma undan tornhøgum skattum og minimalari vælferð.

Tíverri peikar alt tann vegin, at vi hetta lag er tað bert ein spurningur um tíð, til landskassin fer á húsagang.

Øll sunn fornuft sigur tí, at bløðingin má steðgast.

Spurningurin er, hvussu vánirnar í hesum døgum eru fyri at steðga skuldarbindingini og at afturgjalda almenna skuld?

Við verandi inntøkum áttu vánirnar at verið góðar:

• Ríkisveitingin er altíð stabil og økist við prístalsvirðgerðini

• Alivinnan er søguliga í topp og skapar størri virðir enn nakrantíð áður.

• Makrelnøgdirnar og útflutningsvirðið eru størri enn nakrantið fyrr í søguni.

• Sildakvotan er trífaldað.

• Skipini í Barentshavinum hava støðugan rokfiskiskap.

• Rækjuskipini hava stabiliserað seg aftur og tjena pengar.

• Hóast hon fer at koma aftur um brekku, gevur forútskattingin av pensiónum uml. 250 mió. kr. eyka hvørt ár.

• Og so framvegis.

Inntøkukeldurnar eru sostatt søguliga stórar, men kortini gevur fíggjarlógin hall oman á hall, og skuldin hjá landskassanum bara økist.

Hvat man fara at henda, tá ið tað einaferð gongur aftur á hond við inntøkum, og kreditorarnir banka uppá?

Svarið kenna øll, og landsstýrið skyldar tí at siga okkum, nær tað ætlar at fara undir at gjalda skuld. Um ikki í 2016, nær so?

Størsta mentala blokkeringin

Tá øsingin í Løgtinginum í morgin hevur lagt seg, og øll rossatár eru grátin, munnu tey flestu, sum eygleiða glantrileikin, koma til eina og somu niðurstøðu:

Misskilta Nationalisman, sum stórur partur av Tinginum er fongd við, er støðugt størsta mentala blokkering í føroyskum politikki. 

 Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin