Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtingið hevur samtykt broyting í kommunu- og løgtingsvallógini

Løgtingið samtykti týsdagin lógaruppskot um at broyta løgtings- og kommunuvallógina.

Sambært ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, hava Føroyar skyldu at tryggja, at fólk, ið bera brek, fult og heilt fáa verið við í politiskum og almennum lívi á jøvnum føti við onnur, beinleiðis ella umvegis umboð, tey sjálv velja sær.

Við lógarbroytingini verður skarin av persónum, sum hava valrætt og eru valbærir til kommunuval, víðkaður til eisini at fevna um persónar, sum eru undir verjumáli og hava mist løgræði eftir verjumálslógini § 6.

Lógarbroytingin hevur eisini við sær, at ein veljari, sum einsamallur ikki er førur fyri at greiða atkvøðu á ásettan hátt, kann krevja, at annar av persónunum, sum veitir honum hjálp, skal vera ein persónur, sum hann sjálvur vísir á.