Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgtingið hevur í dag samtykt lógaruppskotið um broytingar í útlendingalógini (ES lógini)

Útlendingalógin (ES lógin) varð upprunaliga sett í gildi 1. juli 2008. Sambært lógini kundi øll arbeiðsmegi úr ES- londum koma til Føroyar, uttan at gjørd varð ein serlig meting av, hvørt tørvur var á hesum, so leingi arbeiðsloysisprosentið var undir 3, 5 %.

Síðst í 2009 kom arbeiðsloysisprosentið upp um 3,5 %. Síðani tá hevur skipanin ikki verið nýtt.

 Uppskotið, sum Løgtingið nú hevur samtykt, fer at gera tað møguligt hjá byggivinnuni at seta faklærda arbeiðsmegi úr ES londum í starv, so leingi arbeiðsloysisprosentið er undir 6 %.

Sambært lógini kunnu arbeiðsgevarar harumframt undangóðkennast av donsku útlendingamyndugleikunum, at seta faklærda arbeiðsmegi úr ES londum í starv.

Hetta merkir, at viðkomandi arbeiðstakarar kunnu byrja at arbeiða meðan málsviðgerðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvunum fer fram, og ikki sum nú, at øll formlig loyvi mugu fyriliggja, áðrenn arbeiðstakarin byrjar at arbeiða. Skipanin fer at gera tað lættari og skjótari hjá føroysku byggivinnuni at fáa fatur á handverkarum úr ES- londum.