Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgreglan stjól notatir frá Pidda-gøluni

Fríggjadagin avdúkaði Oyggjatíðindi, sum ikki einaferð, at løgreglan handtók Jóannes í Dali, sum eisini kravdi hann at strippa í rættinum, tá hann segði seg hava eitt upptøku-tól uppi á sær. Seinni brúkti løggan fleiri tímar at gera húsarannsókn heima hjá manninum, sum eisini hevur verið brúktur, sum heimildarmaður hjá Oyggjatíðindum í samband við Pidda-gøluna.

Ein av pástandunum, hjá løgregluni var, at Jóannes í Dali, hevði tikið upp fleiri rættarfundir, men tá heimildarmaðurin kundi prógva, at hann hevði skrivlig notatir frá rættarfundum, tóku teir svørtu ikki bara mynd av hesum notatum, men stjólu notatini. Fyri at tryggja sær, at upplýsingar, sum eru sera avdúkandi fyri løgregluna sjálva, ikki eru atkomuligir, vóru tvær teldur hjá Jóannesi í Dali eisini tiknar.

Endamáli er sjálvsagt at seta propp í fyri at forða kritisku pressuni at avdúka samansvørjingina í móti kroatanum. Tískil er øll notatir tikin, sum ikki longu eru tryggjaði úti á netinum, og í øðrum teldum.

Men tað vil ikki tryggja ákæruvaldinum, at krógva samansvørjingina, sum longu hevur fingið ekkó út í heim, har Pidda-gølan verður fylgd við stórum áhuga.

Samstundis, sum løggan er eftir Jóannes í Dali, letur hon sum onki, tá Kringvarpið brýtur lógina við at avmynda kroatan til og úr rættinum. Tá er talan um Einglapressuna, og hon er ikki kritisk, og tí skal haldast hond yvir tí parturin av pressuni.

Men tá løgreglan stjelur notatir frá rættar-gøluni, prógvar hetta eisini, at onki ruggar rætt.