Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Løgreglan misbrúkar nevningatingið: Kroatin dømast fyri stuldur og vísast av landinum

Dan Klein --- 30.08.2018 - 09:42

Úr arkivinum: Kroatin, skal um heilt stutta tíð í rættin, tó at grundarlag als ikki er fyri nevningatingi. Fyri at skipa fyri einum nevningatingi, skal revsiramman vera fleiri ár í fongsul. Tað ber væl til akademiskt, at fáa revsiramman í móti kroatanum upp til himmals fyri at hava dripið Pidda, men við ongum líki, og als ongum prógvum, hongur hetta ikki saman yvirhøvur. Tað er uppaftur verri tá ákæruvaldið haraftrat vil hava, at vitnir seinast hava sæð Pidda fríggjadag, tá vitnini í veruleikanum hava sæð Pidda leygardag, skrivaði Oyggjatíðindi í grein 26. Oktober 2012. Í dag byrjar sjónleikurin:

Tað undrunarverda er, at rættarskipanin góðtekur, at Kroatin kann koma fyri eitt nevningating, tó at hetta mál ikki lúkar treytirnar, og tað prógvar eisini, at ákæruvaldið als onki hevur, tá sakin knappliga skuldi fyllast við øðrum ákærum, so sum svik og villeiðing, sum annars als ikki hoyra heima í einari sak um nevningating.

Vit hava valt at taka samanum av nøkrum, sum longu hevur verið nevnt fyri at lýsa hvussu ússaligt hetta mál er, og hvussu nógv hetta líkist leikritinum fyri at fáa ein justitsmorðsdóm.** Eitt er, at dómsvaldið góðtekur hetta. Tað er so tað tað er ella plagar at vera í Føroyum, men at verjin góðtekur slíkt svans er undrunarvert, og ikki so lítið skelkandi, tá hendan sakin frammanundan hevur fingið allar føroyingar at missa rættarkensluna á gólvið.

Oyggjatíðindi hevur fyrr viðgjørt hetta mál, og blaðið hevur fyrr skrivað, at hóast løgreglan hvørki hevur lík ella prógv fyri, at Kroatin, hevur beint fyri Pidda, so er sannlíkt, at roynt verður at fáa mannin dømdan. Mentalkanningin av manninum hevur sannlíkt heldur onki annað endamál enn at fáa varðhaldsfongslingina longda, og Einglapressan spælir við.

Vit hava upplivað, at lækni á Deild 2 hevur verið frammi alment og sagt, at mentalkanningin skal lýsa hvør støðan hjá kroatanum var áðrenn Piddi bleiv burtur, og samanberast við støðuni hjá ákærda aftaná.

Hetta er heilt langt úti, tá ein mentalkanning bara skal snúgva seg um hvørt ein ákærdur er egnaður at sita í fongsli ella ikki. Tað er ikki uppgávan hjá sálarfrøðini at spæla løgregla, ella at lata seg misbrúka av ákæruvaldinum at skapa ivasamar støður fyri at fáa felt ein ávísan dóm.

Panikkurin í Nes-haga vísir, at løgreglan hevur onki, sum kann seta kroatan í samband við Pidda, annað enn at teir báðir hava havt somu kvinnu. Tó er tað sannlíkt, at ætlanin er at fáa felt dóm yvir kroatan, sum tað eydnaðist at fella dóm yvir Jørgen av Vollanum, sum fekk ein 20 ára viðgerðardóm, tó at ákæruvaldið visti, at maðurin var fullkomiliga ósekur. Hetta kann lesast um aðrastaðir í blaðnum.

So lætt spæl fær ákæruvaldið neyvan hesaferð, og tað veit fútin. Av somu orsøk hava tey fylt sakina við óviðkomandi ákærum, sum ikki hoyra heima í slíkari sak. Hetta er onki annað enn ein roynd at skapa eitt Vagner-umhvørvi til villeiðing. Er pallurin stórsligin kann komast langt. Einglapressan hevur víst ein umbygdan rættarsal.

Sum lýst hevur ákæruvaldið bara eitt vápn í móti kroatanum, at døma hann í almenninginum. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, er sloppin ótarnaður og uttan mótspæl frá Einglapressuni at siga, at tað er bara ein, sum veit hvar Piddi er, men tann persónurin vil onki siga.

Frammanundan hevur verið sagt, at Piddi er burturbeindur, so niðurstøðan er greið: Kroatin hevur dripið mannin: Tann leiklutin, at døma hevur annars bara dómsvaldið, sum vanliga ikki kann døma um talan er um minsta iva, men vit minnast heilt greitt, at Jørgen av Vollanum var eitt syrgiligt undantak, hevur verið ført fram í Oyggjatíðindum. Sum skilst eru nógvar tekniskar kanningar gjørdar, og sannlíkt er, at hesar kanningar ikki hava givið nakað hjá løgregluni at brúka, og tað er eisini helt stutt síðani at servandir politistar við hundum úr Danmark vóru í Nes-haga, og leitaðu eftir Pidda, og tá er støðan bara tann, at løgreglan sendir eitt signal um, at hon als onki hevði at arbeiða við.** Um tikið verður samanum, so hevur løgreglan leitað eftir narko í húsinum hjá Kroatanum á Nesi, uttan at finna nakað, sum helst.

Nógv hevur verið gjørt burturúr einum sylvurgráum bili, tí setrini hava verið tikin út, og sum tað ljóðar, eisini reinsaði, men teknisku kanningarnar hava ikki givið nakað, vísir panikkstøðan hjá løgregluni í Nes-haga:

Heilt frá byrjan av hevur løgreglan havt trupulleikar við prógvum, men løgreglan hevur kortini roynt at trivla seg fram fyri at rættvísgera varðhaldsfongslingina, hevur verið frammi.

Blaðið hevur skrivað:

Fyri yvirhøvur at fáa varðhaldsfongslingina av Kroatanum í gjøgnum, var ein blóðdálkað púta brúkt. Løgreglan segði, at pútan var funnin heima hjá Kroatanum, seinni skuldi pútan vera funnin heima hjá Pidda, men tað endaði við, at pútan var funnin í einari bingju í Leirvík, men tá hetta “prógv” var uppbrúkt, varð eisini tað slept, sum vísir, at løgreglan arbeiðir fram eftir fummum, og at verjin letur standa til, og at Einglapressan rennur aftaná.

Oyggjatíðindi hevur rættiliga tíðliga fokusera uppá eitt møguligt motiv fyri at burturbeina Pidda. Tað einasta motivi, sum kundi verið, var um Piddi ikki fekst út úr húsinum:

Vit leitaðu eftir, at Piddi møguliga kundi hava ein tinglýstan búðrætt, men sambært tinglýsingarskjølunum hevði hann ongan búðrætt í húsunum.

So hetta kundi ikki brúkast, sum motiv fyri at burturbeina mannin. Løgreglan hevur annars gjørt nógv burturúr, at kamarið hjá Pidda var so óruddiligt, at sannlíkindi fyri, at har hevði verið ein bardagi var ein møguleiki. Men Oyggjatíðindi skrivaði eisini:

Samstundis vita vit, at tvey rúm í húsinum hjá Pidda eru gjørd rein, vaskaði upp og niður. Løgreglan hevur tikið fyri givið, at roynt hevur verið at vaskað møguligt blóð, ella onnur prógv burtur, og tað var so eisini hetta, teknisku kanningarnar gingu eftir, men helst hevur heldur ikki hetta givið nakað úrslit, tí í kanningunum hevur ikki verið pláss fyri tí opinlýsta, at Piddi skuldi út, og konan og Kroatin skuldi flyta inn.

Men sannleikin er tann, at tað var ikki bara í sovirúminum, at tað var so óruddiligt, men tað galt eisini fyri onnur rúm í húsinum, og sum keldur siga, at onki undarligt var, at har var so óruddiligt, havandi í huganum umstøðurnar hjá Pidda, at hann drakk og kanska ikki var best við seg sjálvan, vóru hesar umstøður ikki so serligar.

Oyggjatíðindi hevur eisini skrivað:

Vit hava hoyrt, at avhoyringar hava víst, at húsini eru vaskaði tí Piddi var fluttur út. Vit vita eisini, at Dánjal Petur Hansen, endaliga er skildur frá konuni fyri stuttum, og at semja var um, at hon skuldi hava húsini. So mikið er púra greitt.

Tekniskar kanningar hava eisini verið gjørdar av kvørnini á Bakkafrost, har har minkafóður verður framleitt, men sum skilst er heldur onki tekniskt spor har.

Tað er sostatt ikki serliga sannlíkt at burturbeina persón fyri at fáa hann út, tá maðurin kann fáast út uttan harðskap, og við lógini og kanska einum politisti í hondini.

Tað, sum hinvegin er nakað ógreitt, og ikki váttað, er, at Piddi skal hava tømt allar konti, skrivaði Oyggjatíðindi fyri langari tíð síðani, og er hetta heldur ikki blivið lýst nærri síðani.

Oyggjatíðindi hevur avdúkað, at Norrøna slapp ikki avstað tann eina túrin fyrr enn kanningar vóru gjørdar umborð, og ferðafólk kannaði, sum ein liður í leitingini eftir Pidda. Hetta var eisini alt uttan úrslit.

Eisini hevur blaðið avdúkað, at ein persónur, sum stendur kroatanum nær, knappliga fór av landinum beint sum Piddi var horvin, og at tey nærmastu skuldu ikki vit av nøkrum. Hetta vil tó ongin tosa um, skrivaði blaðið, opg onki nýtt er heldur at frætta um hetta í dag.

Og eisini hava vit tíðliga avdúkað í blaðnum, at løgreglan tvær ferðirnar hevur kannað eini hús í Gøtu, og sum skilst, onki funnið har heldur. At júst hesi húsini hava verið áhugaverd, siga keldur, kemst av, at persónurin, sum búði her, skal hava verið sjaførur hjá Dánjal Peturi Hansen.

Tað serliga við hesum persóninum er eisini, at hann fór av landinum í skundi, men heldur til onkustaðnar í Danmark, visti blaðið at siga fyri mánaðum síðani.

Sambært okkara upplýsingum, so venda fleiri pílar burtur frá Kroatanum, og í aðrar ættir, so løgreglan sýnist onki annað at hava enn eina mentalkanning, men grundarlagið fyri at fremja kanningina sýnist ikki at vera til staðar.

Løgreglan hevur leitað á Skálafjørðinum, í Oyndafirði, í Leirvík og í Kalsoynni. Eisini hevur ljóðað, at leitað hevur verið á Borðoyavík, og norðuri í Sundi. Tað seinasta stundi var gjørt herfyri, tá løgreglan leitaði eftir Pidda í Norðoyatunnlinum, eisini uttan at finna nakað.

Nakað annað, verjin hjá Kroatanum hevur sagt aftaná grundlógaravhoyringina, var, at løgreglan hevði havt klientin í meira enn 24 tímar áðrenn hann var settur fyri ein dómara. Tað er ikki loyvt, tá hetta skal vera gjørt áðrenn 24 tímar, ella eisini skal persónurin latast leysur, sambært lóggávuni.

Blaðið hevur eisini víst á, at Piddi bleiv burtur fyri nøkrum árum síðani, og bleiv ikki funnin aftur fyrr enn í einari lítlari gøtu í London.

Tað er nógv, sum bendir á, at ætlanin er at fáa ein dóm yvir Kroatan, tó at grundarlagið er lítið, og kanska als onki, men tað bar til við Jørgen av Vollanum.

Tað er ongin ivi um, at løgreglan misbrúkar nevningating, og at ætlanin er, at Kroatin skal dømast fyri stuldur og vísast av landinum, skrivaði Oyggjatíðindi, fríggjadagin, 26. oktober. 2012.