Løgreglan hevur lítið at halda um
Kriminalløgreglan kom ikki inn í málið um Pidda fyrr enn langt aftaná, at hann var horvin. Tað er ongin ivi um, at løgreglan skal inn í eitt slíkt mál beinanvegin, og ikki liggja á koddanum. Tað vísti seg eisini, at løgreglan hevði lítið og onki at halda um, tá biðið var um grundlógaravhoyring í rættinum av Serbanum.
So lítið hevði løgreglan at halda um, at rætturin ikki vildi varðhaldsfongsla Serban í meira enn 14 dagar. Advokaturin hjá Serbanum kærdi hesa avgerðina til Landsrættin, sum ikki enn hevur tikið avgerð í málinum.
Orsøkin til, at Landsrætturin ikki hevur tikið avgerð um kæruna er, at løgreglan hevur so lítið at halda um, og so hevur Landsrætturin uttan iva í huganum tær seinastu varðhaldsfongslingarnar, sum bygdar vóru uppá fals og lygn frá løgregluni sjálvari, og at tað t.d. tí eisini var neyðugt at lata Jóannes í Dali leysan. Alls ongi prógv vóru fyri, at maðurin var ein vandamikil bumbumaður. Hetta var bara grovur heilaspuni hjá løgregluni.
Landsrætturin frídømdi eisini ein annan mann, sum púrasta ósekur hevði sitið varðhaldsfongslaður í fimm mánaðir, ákærdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu av øðrum etniskum uppruna, bara tí løgreglan ikki gjørdi nakað, sum helst kanningararbeiði.
Nú er støðan hjá løgregluni tann, at varðhaldsfongslingin av Serbanum var grundað á, at ein koddi við blóði skuldi vera funnin heima hjá honum. Við hvørt ljóðaði, at koddin var funnin í húsunum hjá Pidda, men tá samanum kom, var koddin funnin í einari bingju í Leirvík, og kundi - tá til stykkis kom, kortini ikki brúkast, sum prógv.
Paradoksið er, at koddin, sum gav pláss fyri varðhaldsfongslingini, knappliga ikki er partur av teknisku prógvunum.
Nakað annað, sum gerð, at løgreglan er á tunnum ísi er, tá sagt verður, at grái Skodabilurin hevur so stóran áhuga, tí løgreglan sigur seg vita, at hann hevur verið brúktur til at koyra líkið av Pidda.
Trupulleikin við hesi frágreiðingini er, at sama løgregla hevur sagt við Dag & viku í kvøld, at tað tekur tvær vikur at fáa teknisku prógvini úr Danmark.
Hetta sigur so mikið sum, at løgreglan hevur lagt seg eftir framleiða síni egnu prógv.
Av somu orsøk hevur løgreglan sera lítið at halda um, og vit fara seinni at lýsa hetta mál nærri.