Løgreglan fremur átak móti rúsevnum í Havn
20 fólk frá løgregluni hava í nátt vitja øll útskeinkingarstøð í Havn við atliti til kannan fyri rúsevnir.
Í hesum sambandi eru uml. 100 fólk og einir 30-40 bilar kannaðir.
Løgreglan hevur skrivað 5 mál um euforiserandi evnir. Talan er um soppar og útgerð íð nýtt verður at rúsa seg við.
- 1 bilførari varð handtikin og skuldsettur fyri brot á ferðslulógarinnar § 15, stk. 1 - at koyra bil ávirkaður av euforiserandi evnum. Blóðroynd varð tikin og verður seinni støða tikin til um ákæra verður reist, upplýsir løgreglan.